Skriva út
Lagt út: 29.05.2017

Grein um leiðina móti multiresistentum og panresistentum bakterium í Føroyum

Føroysk mikrobiologisk gransking vísir við framkomnum statistiskum og matematiskum hættum samanhangin millum antibiotikunýtslu og resistensmennan hjá colibakterium í Føroyum. Hetta eru úrslit, sum hava altjóða áhuga, nú bakteriuresistensur og multiresistentar bakteriur eru størsta avbjóðing í okkara heilsuverki her í Føroyum og globalt.

Marita Debess Magnussen, medisinskur mikrobiologur og ph.d. lesandi, Hannes Gislason, professari,  Shahin Gaini, yvirlækni og ph.d., og Karl G. Kristinsson, professari, hava gjørt kanningina. Colibakteriurnar kunnu tíanverri mennast til multiresistentar ESBL bakteriur og til panresistentar colibakteriur, har stórt sæð eingin antibiotikaviðgerð er. Við hesum kunnu banalar infektiónir sum bløðrubruni blíva lívshóttandi.

Greinin eitur: “Antibacterial Susceptibilities of Escherichia coli from Community-Acquired Urinary Tract Infections in the Faroe Islands, Associations with Antibacterial Sales, and Comparison with Iceland and Denmark.”  Hon er almannakunngjørd í tíðarritinum “Microb Drug Resist.” í útgávu 24. mai 2017. 

Samandráttur kann lesast her

NSCMID 2017 ráðstevnan www.nscmid2017.com  sum er størsta norðurlendska ráðstevnan innanfyri infektiónsmedisin og mikrobiologi setur fokus á trupulleikarnar, tá hon verður hildin í Tórshavn í august-september 2017.

Ph.d.verkætlanin hjá Maritu Debes Magnussen er partvís fíggjað úr Granskingargrunninum. Les meira í Stuðulsyvirlitinum