Skriva út
Lagt út: 16.02.2018

Grein um kanning av royndum hjá vaksnum, ið sum børn livdu við sálarsjúkum foreldrum

Kristianna Lund Dam, ph.d.lesandi og námslektari í sjúkrarøktarfrøði, hevur skrivað grein um kanning av royndum hjá vaksnum, ið sum børn livdu við sálarsjúkum foreldrum.

Greinin er úrslit av samrøðum/interviewum við 11 børn, eldri enn 18 ár, sum eru vaksin upp saman við foreldrum við álvarsamari sálarsjúku, í Føroyum. Tey nú vaksnu børnini greiða frá, hvussu tey upplivdu barndómin og tilveruna sum vaksin, sum avvarðandi hjá sálarsjúkum foreldrum.

Úrslitið vísir, at tilveran hjá børnunum er paradoksal á nógvar mátar. Tey flestu børnini fáa praktiskan stuðul frá familjuni, men eftirlýsa kensluligan stuðul bæði frá familjuni, heilsustarvsfólki o.ø.

Tey uppliva forðingar í samband við kunning um sálarsjúkuna hjá foreldrunum. Forðingarnar, sum skyldast taboo um sálarsjúku innan heilsuverkið, familjuna og samfelagið sum heild.

Úrslitið vísir, at av tí at “øll kenna øll”, so verða børnini áhaldandi mint um, at tey eru øðrvísi og minni verd enn onnur. Tó so eru nøkur, sum hava sera góð og tøtt vinasambond.

Hóast “øll kenna øll”, so er tað ikki givið, at børnini fáa stuðul, heldur tvørturímóti, so uppliva tey slatur og sleyg um tað sjúka foreldrið og familjuna.

Greinin kallast "Experiences of adults who as children lived with a parent experiencing mental illness in a small-scale society: A Qualitative study" og kemur út í tíðarritinum Journal of Psychiatric and Mental Health Nursing, March 2018, Volume 25, Issue 2, Pages i-iv, 67-141. Greinin er skrivað í samstarvi við Duritu Gunnvør Joensen og Elisabeth Hall, professara emeritus.

Greinin kann lesast her

Ph.d.verkætlanin er lutvíst fíggjað úr Sjúkrakassagrunninum. Les meira her