Skriva út
Lagt út: 05.08.2013

Grein um føroyska hvalaveiðu í franskari framsýningarbók

Í sambandi við at býurin Dunkerque er europeiskurmentanarbýur í 2013, gav maritima savnið í Dunkerque út bókina “Ports D’Europe.En quetȇ de nouveaux mondes” í juni. Bókin er givin út í sambandi við eina stóraframsýning um havnir og sjólív, sum er opin frá juni 2013 til januar 2014.

Í bókini er ein grein um hvalaveiðu í Føroyum, sum ErlandViberg Joensen, savnvørður á Søvnum Landsins hevur skrivað. Greinin kallast Lachasse à la baleine aux ȋles Féroé. L’origine de l’industrialisation s’unesociété isolée dans l’océan atlantique nord. (Hvalaveiða í Føroyum. Byrjanintil íðnaðargerðina av einum fjarskotnum samfelagi í norðuratlantshavi.)

Tað eru til samans gott 30 greinir býttar upp í fleiriundirevni, skrivaðar av granskarum á søvnum í øllum Europa, í bókini. Fleiri avhesum eru limir í ANSC - Association of North Sea Cities, sum Søvn Landsinseisini eru partur av. Ritstjóri á bókini er Marie-Laure Griffaton.

Til ber at lesa um framsýningina her

Les um Erland Viberg Joensen í Heilagrunninum