Skriva út
Lagt út: 24.01.2024

Grein: Lutfalsliga nógv ung í Føroyum hava trupulleikar av knæskelini

Tann fyrsta vísindaliga greinin frá granskingarverkætlanini “Tann føroyski knækanningar-bólkurin” er júst útgivin í tíðarritinum Acta Ortopaedica. Tað er Niclas Højgaard Eysturoy, lækni og ph.d.-lesandi, sum er fyrstihøvundur.

Greinin er tann fyrsta frá granskingarverkætlanini, ið fór av bakkastokki síðst í 2021 við stuðli frá m.ø. Granskingarráðnum.

Í fyrstu atløgu verða títtleiki, orsøkir og ávirkan av knæskeljakeiking á ungdómin í Føroyum kannaði. Seinni verður kannað, um hetta er við til at fremja slitgigt handan knæskelina eins og hvørja ávirkan tað hevur á lívsgóðskuna.

Greinin, sum nú er útgivin, vísir, at í Føroyum hava 8,9% av ungu føroyingunum upplivað at hava havt knæskelina úr lið minst eina ferð. Samstundis vísir tað seg við nærri kanningum (so sum røntgen og MR-skanningum av knøunum, at umleið 80% hava tað, sum er kallað trochlea dysplasi, sum er ein fløt fura handan knæskelina. Trochlea dysplasi er sum oftast orsøkin til, at skaðin hendir. Harafturat, at tey flestu, sum hava trochlea dysplasi í einum knæi, eisini hava tað í hinum knænum, sum tó ikki hevur havt nakra knæskelskeiking.

Hesi tølini eru samanborin við tøl frá útlondunum, og tað vísir seg, at í Føroyum eru uml. 7 ferðir so nógv ung, ið hava upplivað, at knæskelin fer úr lið. Samstundis eru tað nógv fleiri, ið hava trochlea dysplasi enn í útlondnum.

Niðurstøðan er, at høga útbreiðslan av trochela dysplasi er ein stór orsøk til, at so nógv ung í Føroyum keikja sær knæskelina. Hetta týður á, at ættarbregði kann spæla ein leiklut í menningini av trochela dysplasi – og at hetta má kannast nærri.

Greinin kallast "High prevalence of patellar dislocation and trochlear dysplasia in a geographically and genetically isolated society: an observational national cohort study from the Faroese Knee Cohort" og kann frítt lesast her

Acta Ortopaedica er eitt non-profit open access peer-review tíðarrit við einum impact factor á 3,9.

Sí eisini vangan hjá Niclasi Højgaard Eysturoy á pure.fo