Skriva út
Lagt út: 22.04.2008

Grein í Geoscientist magazine vekir ans

Simon Passey, dr. í jarðfrøði, hevur eina grein í apríl útgávuni av Geoscientist magazine, við heitinum: Basalt and the bits in between. Greinin er um 1st Jóannes Rasmussen Conference, sum Jarðfeingi skipaði fyri mánaðarskiftið august-september 2007. Greitt verður frá evnunum, sum vóru viðgjørd á ráðstevnuni, og hví hetta økið hevur so stóran áhuga millum oljufeløg nú 3. útbjóðingarumfarið nærkast.

Greinin hevur vakt ans í Onglandi og fleiri bløð og tíðarrit hava longu sett seg í samband við Simon Passey. Hann er leiðari fyri jarðfrøðideildina á Jarðfeingi.

Tað er Geological Society í London, sum gevur Geoscientist magazine út.

Les alla greinina her.

Les meira um Simon Passey í Heilagrunninum