Skriva út
Lagt út: 18.12.2013

Granskingarverkætlan fingið fótin fyri seg við millióna íløgu

GreenSteam, sum júst hevur fingið BP sum íleggjarar við 2 milliónum dollarum, byrjaði sum ein granskingarverkætlan í 2006 við stuðli frá Granskingarráðnum, Vinnuframa, Føroyagrunninum og øðrum.

Føroyska kt-fyritøkan Decision3, sum undir navninum GreenSteamTM selir orkuspariloysnir til skip, fær nú stóra bretska oljusamtakið British Petroleum, BP inn sum íleggjara.

BP setir umvegis dóttirfelagið Castrol 2 milliónir USD í GreenSteamTM við møguleika fyri at seta 1 millión USD aftrat í felagið komandi hálvtannað árið. Verandi íleggjarar í GreenSteamTM eru Framtak, Royndin og Birting, sum síðani 2008 hava sett 15 milliónir krónur í felagið.

GreenSteamTM hevur í nøkur ár arbeitt við at menna framkomnar trimm-optimeringsloysnir til skip. Við GreenSteamTM umborð kunnu skip spara upp til 5% av brennievnisnýtsluni, og fyri skip, ið nýta fyri tíggjutals milliónir krónur í brennievni árliga, er talan um munandi upphæddir.

Virksemið hjá GreenSteamTM byrjaði í 2006 sum ein granskingarverkætlan í samstarvi við Fróðskaparsetrið. Áðrenn fíggjarligu føroysku íleggjararnir komu við í felagið, varð virksemið fíggjað við stuðli frá Granskingarráðnum, Føroyagrunninum, Amerada Hess, Vinnuframa og Bitland.

Stovnararnir av GreenSteamTM eru verkfrøðingarnir Ólavur Simonsen, Jóan Petur Petersen og Dánjal Jákup Jacobsen, sum er stjóri í felagnum, meðan Jóan Petur er leiðari fyri menning. Tað starvast 5 fólk í felagnum í dag, men virksemið fer væntandi at vaksa munandi komandi tíðina.

Dyggan granskingarstuðul
Fyritøkan, sum BP nú hevur gjørt íløgur í, hevur frammanundan fingið dyggan granskinagrstuðul til fleiri verkætlanir.

Granskingargrunnurin stuðlaði verkætlanini “Ultrasonic measurement system for measuring ship´s level to define water resistance and to lower fuel consumption (GreenSteam)” hjá Ólavi Simonsen við 1.200.000 kr. Les um verkætlanina her
 
Granskingargrunnurin stuðlaði verkætlanini “Reducing Maritime Fuel Consumption using Power, Trim, and Rudder Optimization” hjá Dánjali Jákupi Jacobsen við 389.453 kr. Les um verkætlanina her
 
Føroyagrunnurin stuðlaði umvegis Granskingargrunnin ph.d.verkætlanini “Mining of Ship Operation Data for Energy Conservation” hjá Jóan Peturi Petersen við 1.789.489 kr. Les um verkætlanina her