Skriva út
Lagt út: 12.05.2009

Granskingarstuðul 2009

Nú er møguleiki at søkja um stuðul til gransking, menning og nýskapan úr Granskingargrunninum.

Granskingarráðið lýsir nú eftir umsóknum til stuðul til gransking, menning og nýskapan. Á fundi tann 15. apríl tók Granskingarnevndin avgerð um, ikki at lýsa eftir umsóknum innan ávís øki, sum hevur verið vanligt undanfarnu árini. Tískil kann søkjast um stuðul til verkætlanir innan øll yvirskipaðu økini:

· Matur
· Mentan
· Samfelag
· Náttúra og Náttúrutilfeingi
· Fólkaheilsa
· Tøkni


Í 2008 vóru 39 umsóknir, ið søktu um góðar 31 mio. kr.

Umleið 7 mio.kr eru tøkar til nýggjar verkætlanir í 2009.

Umsóknarfreistin er 1. september 2009 kl. 12:00 føroyska tíð. Gevið gætur, at mannagongdin er broytt nakað í ár.  Les meira her um treytir og hvussu søkt verður.