Skriva út
Lagt út: 21.12.2017

Granskingarráðið um jólini og nýggjárið

Skrivstovan hjá Granskingarráðnum er stongd frá 22. desember til og við 2. januar vegna jólafrí. Samband fæst tó umvegis teldupost gransking@gransking.fo Eisini verða vit at hitta á Jobmatch í Norðurlandahúsinum 28. desember.

Granskingarnevndin og starvsfólkini í Granskingarráðnum ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. 

Vit takka eisini øllum samstarvspørtum fyri gott samstarv í farna árinum. 

Vit venda aftur komandi ár við fleiri tíðindum úr føroyska og altjóða granskingarheiminum.

Hava tit eina spennandi søgu ella viðmerkingar til okkurt av tí, sum vit leggja á heimasíðuna og senda í tíðindabrævinum, frætta vit fegin frá tykkum.