Skriva út
Lagt út: 18.05.2016

Granskingarráðið 20 ár í tølum og talvum

Til 20 ára haldið hjá Granskingaráðnum, sum varð hildið í Norðurlandahúsinum 13. mai, høvdu vit gjørt ein faldara og ymiskt annað kunningartilfar. Í tølum og talvum varð partur av virkseminum hjá stovninum og føroyskari gransking lýst.

Í faldaranum er stutt lýsing av søguni hjá Granskingarráðnum, talvur við yvirliti yvir umsóknir og játtanir hesi 20 árini, yvirlit yvir lokin ph.d.í 20 ár og játtan á løgtingsfíggjarlógini seinastu 10 árini. 

Í forhøllini vóru eisini víst yvirlit við øllum verkætlanum, sum hava fingið játtað stuðul úr Granskingargrunnium og Sjúkrakassagrunninum, gott 200 í alt.

Eitt yvirlit var yvir granskarar í Føroyum og føroyingar uttanlands, sum vit vita um hava lokið ph.d. ella annað doktaraprógv síðani Dr. Jacobsen sum tann fyrsti fekk prógv í 1897. Harafturat eitt yvirlit við heiðursdoktarum á Fróðskaparsetrinum og fólki, sum hava tilknýti til Føroyar sum granskarar ella, sum hava skrivað doktararitgerð um føroysk viðurskifti.


Tilfar

Les faldaran her
Les stuðulsyvirlitið úr Granskingargrunninum her
Les stuðulsyvirlitið úr Sjúkrakassagrunninum  høvuðsøki 1 her
Les stuðulsyvirlitið úr Sjúkrakassagrunninum høvuðsøki 2 her
Meira kann lesast um hvørja einstaka verkætlan í Stuðulsyvirlitinum

Les doktarayvirlitini her og her

Send okkum ein teldupost, um tú ynskir at fáa faldaran í prentaðari útgávu.