Skriva út
Lagt út: 15.11.2011

Granskingarnevndin aftur játtað pening til FP7 umsóknir

Í 2010 avgjørdi Granskingarnevndin at seta 200.000 kr. av til at hjálpa stovnum og fyritøkum fíggjarliga, sum arbeiða við FP7 umsóknum. Fyrr í ár var upphæddin uppbrúkt, og tí var ikki møguligt longur at søkja Granskingarráðið um fíggjarligan styrk til at arbeiða við eini FP7 umsókn.

Á fundi í gjár, 14. november, samtykti Granskingarnevndin at seta 200.000 kr. afturat av til FP7 umsóknararbeiði. Nú kunnu fyritøkur og stovnar sostatt aftur søkja Granskingarráðið um fíggjarligan styrk til arbeiðið at gera FP7 umsókn. Upp til kr. 35.000 verða endurgoldnar fyri útreiðslur í sambandi við umsóknir til ES.

Les meir um skipanina her

Tak umsóknarblað niður her