Skriva út
Lagt út: 20.09.2015

Gransking staðfestir tørv á 4 daga hvíld millum dystir

Nýggj føroysk gransking lýsir møðis- og hvíldarprocessina (recovery) í einari viku við trimum fótbóltsdystum hjá væltrenaðum elitu fótbóltsleikarum.

Magni Mohr frá Fróðskaparsetri Føroya hevur saman við útlendskum granskarum almannakunngjørt nýggja vísindaliga grein í tíðarritinum European Journal of Applied Physiology og ber heiti “Muscle damage, inflammatory, immune and performance responses to three games in 1 week in competitive football players”. Greinin kannar neyvt vøddamøði og hvíld (recovery) ígjøgnum eina viku við trimum fótbóltsdystum, har ávikavist tríggir og fýra dagar eru ímillum dyst 1 og 2 og dyst 2 og 3. Hetta er vanlig mannagongd í einari sokallaðari viku-mikrosyklus í altjóða úrvalsfótbólti. Kanningin var framd í Grikkalandi við professionellum leikarum sum royndarpersónum.

Kanningin er lutvíst stuðla úr føroyska Granskingargrunninum, og er fyrri liður av kanningararbeiðinum. Á universitetinum í Gøteborg verður seinni parturin gjørdur í løtuni, sum verður liðugur í desember í ár. Seinni parturin kannar um ymiskir vøddar møðast og hvíla ymiskt (hava ymiskt møðis- og hvíldarmynstur), tá fleiri fótbóltsdystir verða spældir við stuttum millumbili.

Í nýggju greinini verður støddin av mikroskaðum í vøddunum, vøddapína, vøddainflammatión og ávirkanin á immunskipanina, umframt oxidativt stress (m.a. framleiðsla av fríum radikalum) og virkni hjá antioxidant skipanini í kroppinum neyvt kannað. Umframt tey fysiologisku mátini verða kropslig avrik í venjing og dysti og ímillum dystir máta við GPS-mátingum, fysiologiskum mátingum og skjótleikatestum.

Kanningin vísir týðiliga, at úrvalsfótbóltsleikarar eru meira ávirkaðir av dysti 2 enn dysti 1 og 3 í einari viku við trimum dystum. Her er t.d. talan um størri grad av møði og seinni hvíldartíð og størri fysiologiskari strongd. Serstakliga áhugavert er, at leikararnir eru nógv meira strongdir aftaná dyst 2 (tríggjar dagar eftir dyst 1) samanborið við dyst 3 (fýra dagar eftir dyst 2), hóast dystur 3 er triði og seinasti dysturin í vikuni. Hetta viðmerkir, at tríggir dagar av hvíld ímillum fótbóltsdystir er ov lítið, men at leikarar saktans kunnu spæla fleiri fullar dystir innan stutt tíðarskeið um hvíldartíðin er minst fýra dagar long, og um leikararnir fylgja einari optimalari hvíldarstrategi (tað var gjørt í kanningini). Kanningin vísir, at úrvalsfótbóltslið mugu leggja stóran dent á at framskunda hvíldartíðina, t.d. tá landslið spæla dupult-dystir ella, tá dystir í heimligu kappingum renna saman við steypadystum og evropeiskum dystum. Tilmælt verður, at allir fótbóltsdystir hava minst fýra dagar av hvíldartíð og at optimalar recovery-protokollir verða fylgdar til fulnar fyri at verja leikararnar ímóti skaðum og brunasjúkum, umframt at tryggja optimal kropslig avrik í venjing og dysti.

Stuttur samandráttur av greinini kann lesast her

Les meira um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum