Skriva út
Lagt út: 17.01.2014

Gransking av Parkinsons sjúku í Føroyum

Í nýggjari grein í tíðarritinum Neuroscience Letters, sum er almannakunngjørd á Science Direct, verður greitt frá gransking av møguligum sambandi millum D vitamin stigi og Parkinsonssjúku í Føroyum. Tað eru Maria Skaalum Petersen, Sára Bech, Debes H. Christiansen, Anna Vibeke Schmedes og Jónrit Halling, sum hava skrivað greinina.

Spurningur hevur verið reistur, um tað kann vera samband millum D vitamin stigið hjá fólki og Parkinssons sjúku. Nakrar kanningar hava víst, at tað møguliga er eitt samband. Í hesi kanningini, sum júst er almannakunngjørd á Science Direct, staðfestu granskararnir, at teir ikki sóu samband millum lág D-vitamin virði og Parkinssins sjúku.

Greinin kann lesast her (krevur hald - fæst umvegis Efeingi, sum Landsbókasavnið stendur fyri)

Sambandið millum ílegur og Parkinsons kannað
Maria Skaalum Petersen hevur granskað í møguligum umhvørvisárinum í sambandi við Parkinsons sjúku síðani 2005. Bæði í ph.d. ritgerð síni og seinni hevur hon kannað møguliga sambandið millum dálkingarevni sum kyksilvur og PCB og Parkinssons sjúku.

Í 2011 fóru Maria Skaalum Petersen og samstarvsfelagar hennara undir at kanna ílegur eisini. Í 2013 fekk hon eina játtan uppá eina millión kr. úr Granskingargrunninum til endamálið.

Í hesum døgum er hon í sambandið við avvarðandi hjá sjúklingum við Parkinsons sjúku í Føroyum, eini 150 í alt.

Maria Skaalum Petersen greiddi frá nýggju verkætlanini og síni gransking yvirhøvur í samrøðu í Góðan Morgun Føroyar í morgun. Samrøðan kann hoyrast her

Les um verkætlanina  "Genetiskar orsøkir til Parkinsons sjúku í Føroyum" í Stuðulsyvirlitinum
 
Les um Mariu Skaalum Petersen í Heilagrunninum