Skriva út
Lagt út: 06.10.2008

Granskarar til Fiskaaling


Fleiri spennandi og avbjóðandi størv eru leys at søkja á Fiskaaling: tveir granskarar, ein Ph.D-lesandi og starv til fólk undir útbúgving.

Fiskaaling leitar í hesum døgum eftir fleiri starvsfólkum til teirra virksemi. 1. november 2008 er umsóknarfreist til granskingarstarv innan matvørugóðsku av alifiski, og eitt innan aling av marinum fiskasløgum.

Afturat hesum báðum størvunum sóknast Fiskaaling eisini eftir umsóknum til eina Ph.D verkætlan í vatngóðsku innan aling á sjónum. Umsóknarfreistin er 1. januar 2009. Hendan verkætlanin er treytað av stuðli frá Granskingarráðnum.

Harumframt leitar Fiskaaling eftir lesandi, sum kunnu arbeiða við uppgávum innan aling. Í hesum starvinum eru góðir møguleikar fyri at definerað sína egnu uppgávu í samráð við granskarar á Fiskaaling. Umsóknarfreistin er 1. november 2008.

Les nærri um størvini á Fiskaaling.fo