Skriva út
Lagt út: 20.03.2014

Granskarar ovfarnir: Stórt nýtt øki av innlandsísinum farið at flyta seg

Innlandsísurin í landnyrðingspartinum av Grønlandi hevur higartil ikki verið ávirkaður av alheims upphitingunum. Men nú er hann farin at tynnast og glíða út í havið, og tað fær heimshøvini at hækka skjótari, enn granskarar frammanundan hava roknað seg fram til.

Norðurgrønlendski jøkulin – ein jøkul, ið røkkur langt innan úr innlandsísinum og út til havið – fevnir um heili 16 prosent av samlaða innlandsísinum.

Síðani granskarar byrjaðu at kanna jøkulin, hevur hann ikki flutt seg, men í 2006 byrjaði hann at flyta seg.

Hetta merkir, at stór ísfjøll brotna av jøklinum fram við tí 30 kilometrar longu jøkulsforsíðuni úti við havið. Tað hevur við sær, at ómetaliga stórar nøgdir av vatni hækka vatnstøðuna á heimshøvunum.

Soleiðis ljóðar niðurstøðan í eini nýggjari áhugaverdari kanning hjá granskarum frá Danmarks Tekniske Universitet, Københavns Universitet og Aarhus Universitet.

»Tað er sera óvæntað, at norðurgrønlendski jøkulin er farin at flyta seg. Vit hava ikki tikið hædd fyri hesum í fyrimyndunum yvir hvussu innlandsísurin fer at ávirka vatnstøðuna í heimshøvunum. Við okkara nýggju vitan kunnu vit nú staðfesta, at vatnstøðan í heimshøvunum fer at hækka skjótari, enn vit frammanundan mettu,« sigur Shfaqat Abbas Khan, granskari á Institut fyri Rumforskning og Rumteknologi á DTU Space.

Hækkandi vatnstøðan ørkymlar longu nú granskarar og heimsleiðarar, tí hon hevur við sær, at vatnstøðan í høvunum fer at vera so høg, at fleiri býir fara at liggja undir vatni, og vistskipanir verða oyðilagdar. Nú er so líkt til, at meira vatn er í væntu, og sambært granskarunum handan nýggju granskingina er tað einki, ið vit kunnu gera fyri at steðga hesum.

Granskingin er nýliga almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum Nature Climate

Ov lítil havísur ávirkaði jøkulin
Norðurgrønlendski jøkulin røkkur 600-700 kilometrar inn í innlandsísin.
Hetta er uttan samanbering størsti jøkulin í Grønlandi.

Jøkulin hevur verið óbroyttur í nógv ár og tí hevur hann ikki verið partur av útrokningunum yvir samlaðu støddina av innlandsísinum.

Men orsakað av nøkrum heilt serliga heitum sumrum frá 2006 til 2009 byrjaðu stórar mongdir av havísinum uttan fyri landnyrðingspartin av Grønlandi at hvørva.

At havísurin hvarv hevði við sær, at norðurgrønlendski jøkulin fór at flyta seg, og hóast havísurin kom aftur í 2009, helt ísurin fram við at streyma út í havið.

»Heitu sumrini frá 2006 til 2009 hava sett ferð á eina sjálvsforsterkandi ketureaktión. Jú meira av jøklinum glíður út í havið, jú tynri verður hann. Og jú tynri jøkulin verður, jú skjótari glíður hann út ímóti havinum. Eg meti ikki, at hendan gongdin, sum nú er byrjað, fer at steðga aftur,« sigur Kurt Kjær, professari á Statens Naturhistoriske Museum, ið eisini er ein av granskarunum handan granskingina.

Stórar avleiðingar
Granskingarprofessari í ísfrøði á De Nationale Geologiske Undersøgelser fyri Danmark og Grønland Jason Box hevur ikki verið partur av nýggju kanningini, men hann hevur lisið hana og hann metir, at úrslitið hevur stórar avleiðingar við sær.

»Kanningin vísir, at veðurlagið hevur sett ígongd eina oyðilegging av tí síðsta og stóra “isshelf” á Grønlandi – bremsan frammanfyri størstu goymsluna av grønlendska ísinum. Hetta hevur við sær, at ein sovandi risi er í ferð við at vakna, og heldur upphitiningan av Arktis fram, er ikki líkt til, at  risin fer at leggja seg aftur enn. Kanningin er sera áhugaverd, og ábendingarnar eru sera ræðandi,« sigur Jason Box í eini viðmerking til kanningina.

Les alla greinina her: Videnskab.dk