Skriva út
Lagt út: 23.05.2013

Granskaradagur á Landssjúkrahúsinum

Mikudagin 29. mai 2013 verður fyri fyrstu ferð hildin serstakur granskingardagur á Landssjúkrahúsinum. Endamálið er at varpa ljós á granskingarvirksemið, ið hevur tilknýti til stovnin, og sum alsamt veksur. Landssjúkrahúsið hevur sum málsetning, at gransking innan heilsuviðurskifti skal vera ein sjálvsagdur partur av virkseminum, og tískil verður gransking raðfest ovarlaga. Mett verður, at sjálvt granskingarvirksemið og úrslitini, ið standast av, kunnu virka við til at tryggja, at viðgerðarstøðið og tænastan til sjúklingin er á hægsta støði.

Granskingardagurin verður settur í forhøllini á Landssjúkrahúsinum kl. 12.30 mikudagin 29. mai og heldur fram til kl. 17. Í forhøllini verður framsýning við plakatum, sokallaðum ”postarum”, ið lýsa ymisku verkætlanirnar, ið eru í gongd ella verða fyrireikaðar – og fáa ymisku verkætlanarleiðararnir høvi heilt stutt at greiða frá teirra verkætlanum. Síðani verða stuttir fyrilestrar frá staðbundnum granskarum, ið koma at leggja fram viðkomandi úrslit frá teirra gransking. Hetta verður eisini í forhøllini.

Eftir stuttan steðg verða fyrilestrar frá trimum serliga innbodnum útlendskum gestum í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum.

Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum skipar fyri degnum og vil ynskja øllum at vera hjartaliga vælkomin til Granskingardagin 2013. Av praktiskum orsøkum verður heitt á fólk um at boða frá luttøku við tileuposti til lshelmi@ls.fo

Fyribils skrá:


kl. 12.30-12.45 Setanin
kl. 12.45-13.15 Postersession

Fyrilestrar í forhøllini:

kl. 13.20-13.35 Fyrsti og annar fyrilestur
kl. 13.35-13.50 Triði og fjórði fyrilestur
kl. 13.50-14.05 Fimti og sætti fyrilestur

Okkurt lætt og leskiligt verður at fáa.

Fyrilestrar í Veitsluhøllini:

kl. 14.30-15.15 Fyrsti fyrilestur
kl. 15.30-16.15 Annar fyrilestur
kl. 16.30-17.15 Triði fyrilestur

Okkurt lætt ábit verður at fáa.

Heimasíðan hjá Landssjúkrahúsinum