Skriva út
Lagt út: 22.04.2010

Góður matur vakstrarøki í útjaðaranum

Ein frágreiðing undir navninum EXPLORE um nýggjan norðurlendskan mat er nýliga útkomin. EXPLORE er stytting fyri EXperiencing Local food REsources in the Nordic countries. Frágreiðingin lýsir 11 dømir um góðsku matstovur í útjaðaraøkjum í Finlandi, Íslandi, Svøríki og Noregi. 

Matstovur í útjaðaranum við høgari góðsku eru við til at menna upplivingar og matframleiðsluna bæði tá tað kemur til góðsku og tá tað kemur til úrvalið av vørum og tænastum, sum verða bjóðaðar út. Matur framleddur lokalt geva kappingarfyrimunir fyri matstovurnar. 

Les meira um niðurstøðurnar í kanningunum av, hvønn týdning lokalur matur og upplivingar í hesum sambandi hava lokalt og búskaparliga, í frágreiðingini, sum kann takast niður her.

Verkætlanin er partur at stórari verkætlan Ny Nordisk Mad. Les um hesa verkætlanina her. Leif Sørensen er føroyskur ambassadørur fyri verkætlanina Ny Nordisk Mad. Verkætlanin hevur verið í gongd í fleiri ár og heldur nú fram undir hetinum NNF II.

Føroyingar menna eisini mat og drekkivørur
Eisini í Føroyum er stórur áhugi fyri miðvísum arbeiði við mati og drekka bæði fyri føroyingar og fyri gestir okkara. Fleiri royndir og tiltøk hava verið seinastu árini at menna og gagnnýta føroyska matmentan. Matstovan Gourmet, sum Leif Sørensen royndi seg við, mattilboðini, sum Birgir Enni hevur umborð á Norðlýsinum, og Matfestivalurin, sum var fyrstu ferð í august 2009, eru nøkur dømi um hetta. Royndir eru eisini gjørdar við føroyskum drekkivørum, m.a. fleiri sløg av øli frá Føroya Bjór og føroyskum snapsi og vodka frá Dism.

Arbeitt verður við mati sum part av vakstrarátøkum í Føroyum, ikki minst í mun til at menna ferðavinnutilboðini. Eitt av hesum átøkum er ein áheitan á øll, sum eru vertir fyri fundum og ráðstevnum, um at hava góðar føroyskar matupplivingar við í tilboðnum til gestirnar. Myndugleikarnir arbeiða eisini við at gera regluverkið liðiligari, hetta verður m.a. gjørt í nýggjum leiðreglum fyri matgerð til sølubrúks í privatum heimum.