Skriva út
Lagt út: 16.12.2013

Fyrstu útboðini í Horizon 2020 eru kunngjørd

Mikudagin 11. desember fór nýggja granskingar- og nýskapanarskráin Horizon 2020 hjá ES av bakkastokki við kunngerðini av eini røð av útboðum. Tey spenna víða, frá stuðli til grundgransking, nyttugransking og til nýskapan. Serlig útboð eru fyri smáar og miðalstórar fyritøkur.

Fíggjarkarmurin í Horizon 2020
Nýggja skráin virkar frá 2014 til 2020 og samlaði fíggjarkarmurin væntast at nærkast 592 milliardum krónum. Hetta er ein vøkstur uppá næstan 30 prosent í tøkum miðlum í mun til 7. rammuskánna ella FP7, sum undanfarna skráin kallaðist. Horizon 2020 fevnir um framt um tey økini, sum FP7 fevndi um, eisini um munandi fleiri møguleikar at fáa stuðul til nýskapan.

Ein hurð til øll útboðini
Útboðini til verkætlanaruppskot eru almannakunngjørd á almenna portalinum hjá Evropa kommisiónini til umsøkjarar og luttakarar. Portalurin kallast Participants’ Portal. Hetta er nú einasta hurðin fyri allar luttakarar í Horizon 2020, í undanfarnum skráunum FP7 og CIP og øðrum fíggingarkeldum til dømis COSME, sum fleiri av ES-limalondunum samstarva um.

Portalurin skal vegleiða nýggjum og meira royndum umsøkjarum í at finna viðkomandi møguleikar. Mælt verður til at leita eftir útboðum innan títt øki við at brúka lyklaorð og filtur á portalinum: Participent Portal

NCP-umboðini vegleiða
Føroysku NCP-umboðini hava serliga til uppgávu at kunna seg við hvørjir møguleikar eru í Horizon 2020 fyri føroyskar granskingarstovnar og fyritøkur. Tey venda sær síðani beinleiðis til umboð, sum tey meta kunnu hava áhugað í at luttaka. Eisini svara tey spurningum frá fólki, sum sjálvi venda sær til teirra.

Yvirlitið við NCP-umboðum og kunning um, hvørji øki tey hava ábyrgd av, finst her. Ynskir tú kunning innan eitt ávíst ella fleiri av hesum økjunum, ert tú vælkomin at venda tær beinleiðis til eitt av hesum umboðunum.

Kunningarfundur í januar
Granskingarráðið fer í januar at skipa fyri almennum kunningarfundi um møguleikarnar í Horizon 2020. Her fara NCP-umboðini at kunna um almennu treytirnar og møguleikarnar, og at taka fram nøkur av teimum økjum, sum kunnu hava serligan áhuga fyri Føroyar. Fundurin er ætlaður fólki bæði á granskingarstovnum og fyritøkum.

Hevur tú ítøkiligar spurningar um møguleikar í Horizon 2020 ella um skipanina yvirhøvur, ber til at venda tær til Mariu Húsgarð, NCP-samskipara, á maria@gransking.fo og telefon 567802.