Skriva út
Lagt út: 06.11.2014

Fyrstu játtanirnar latnar úr Sjúkrakassagrunninum

Í vár fekk Granskingarráðið ábyrgdina av at fyrisita fæið úr Sjúkrakassagrunninum. Ein partur av hesum fænum, 4 mió. kr. er oyramerktur til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum.

Síðani í summar eru fleiri umsóknir komnar til ymisk tiltak og nógv fleiri fyrispurningar um møguleikar fyri stuðli.

Higartil eru tríggjar umsóknir játtaðar.

Sinnisbati hevur fingið játtað kr. 52.900 til almenn kunningarátøk 2014/2015 um sálarheilsufyribrigdi. Talan er um fyrilestrarrøð við umleið einum tiltaki um mánaðin frá oktober 2014 til og við mai 2015.

Fysioterapifelagið  hevur fingið játtað kr. 14.000 til fyriskipan av skeiði um endurvenjing av yvirekstremitetum (hond/arm/akslar) eftir heilatøpp/-bløðing

Landsfelag Pensjónista hevur fingið játtað kr. 53.750 til ráðstevnu við heitinum: "Norðurlendska vælferðarsamfelagið og tey eldru í samfelagnum”. Ráðstevna verður 15. november kl. 10-15. Tilmelding í seinasta lagi 7. november.

Tey, sum kunnu søkja stuðul,  eru føroysk áhugafeløg, ið umboða fólk, sum bera brek og feløg innan eldraøkið, sjúklingafeløg og fakfeløg. Tey kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum. Harafturat kunnu tey søkja um stuðul til kanningarverkætlanir. Les meira um hvat stuðul kann søkjast til og hvussu farast kann fram her 

Játtaðar umsóknir verða skrásettar á heimasíðuni, so hvørt játtanarskriv er sent umsøkjarunum. Sí her