Skriva út
Lagt út: 13.06.2014

Fyrsti stuðulin úr Sjúkrakassagrunninum

Nú ber til at søkja um stuðul úr Sjúkrakassagrunninum. 

Áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk og kanningarverkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum. Hesar umsóknir, ið eru fevndar av høvuðsøki 1, verða viðgjørdar av Granskingarráðnum, so hvørt tær verða móttiknar.

Verkætlanir undir høvuðsøki 1 kunnu millum annað fevna um upplýsandi átøk ella tilfar, onnur serlig átøk, ráðstevnur og smærri kanningarverkætlanir.

Til høvuðsøki 1 eru 4 milliónir kr. tøkar.

Eisini kunnu granskarar saman við stovni í Føroyum nú søkja um stuðul frá høvuðsøki 2, ið fevnir um gransking og menning innan fimm raðfest heilsuøkir.

Stuðul frá høvuðsøki 2 kann veitast til smærri verkætlanir, samstarvsverkætlanir, ph.d. verkætlanir og post.doc. verkætlanir.

Til høvuðsøki 2 eru 11,8 milliónir kr. tøkar.

Umsóknarfreistin fyri høvuðsøki 2 er 1. september kl. 12.

Lýsingar, umsóknarbløð og vegleiðing eru at finna  her