Skriva út
Lagt út: 07.10.2010

Fyrilestrar á Savnsfagnaðinum


Í heystfrítíðini verða fleiri ymiskir spennadi fyrilestar á skránni í samband við Savnsfagnaðin. Evnini í fyrilestrinum spenna frá náttúruvísindi og til samfelag- og mentunarviðurskifti. Afturat fyrilestrunum verður eisini tónleikar at hoyra til tiltøkini.

Fyrilestrarnir verða hesar dagarnar:

11. oktober á Sjósavninum

  • Una Matras greiðir frá um gransking av kúfiski - longst livandi djórið í heiminum

  • Helgi Winther Olsen greiðir frá um undirvatnsmyndatøku og innsavning av smádjórum. Hann vísir eisini myndir.


12. oktober á Listasavninum

  • Malan Marnersdóttir heldur fyrilesturin: Hví varð Listasavnið til?

  • Ole Wich heldur fyrilesturin: Víðkar listin Føroyar?


13. oktober á Náttúrugripasavninum

  • Dorete Bloch hevur fyrilestur um silvurfiskar og steinrenningar

  • Uni Árting heldur fyrilestur um eldgosið í Eyðafjallajøkli.


14. oktober á Fornminnasavninum

  • Erland Viberg Joensen heldur fyrilesturin: Maðurin og báturin. Gripirnir hjá bátasmiðinum Niklas í Koltri. Um savnsarbeiðið: innsavning, skráseting og framsýning.

  • Helgi D. Michelsen: Seinasta nýggja frá fornfrøðini í Koltri


Meir um Savnsfagnaðin