Skriva út
Lagt út: 02.01.2014

Fyribyrging og viðgerð av sálarløsti hjá føroyskum børnum

Í desember 2013 varð greinin "Modeling Patterns of Negative Life Events and Mental Health in Faroese Adolescents" almannakunngjørd í Scandinavian Journal of Child and Adolescent Psychiatry and Psychology, Vol. 1 (2), pp. 63-71 (2013). Greinin kann lesast her

Høvundarnir eru Tóra Petersen, psykologur á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum og ph.d lesandi við Syddansk Universitet í Odense, Dr. Cherie Armour, ph.d. og lektari í Psykologi við Universitetið í Ulster, Norður Írlandi og Ask Elklit, professari og leiðari fyri Videnscenter for Psykotraumatologi á Institut for Psykologi við Syddansk Universitet í Odense, Danmark.

Greinin tekur útgangsstøði í eini kanning av øllum 8. floks næmingum í Føroyum, (í alt 687 luttóku) har kannað varð, um tey ungu kundu bólkast í mun til hvørji trauma, tey høvdu upplivað, hvussu nógv tey høvdu upplivað og hvørji eyðkennir upp á sálarløst, tey høvdu. 10 ymisk sløg av trauma vóru vald til analysurnar.

Úrslitini, sum eru lýst í greinini, vísa á, at sálarløstir og tess fylgjur eru til staðar hjá fleiri ungum, og tað er týdningarmikið at taka hædd fyri og gera nakað við, eitt nú innan heilsu-, almanna- og skúlaverkið.

Tey ungu kundu bólkast í tríggjar bólkar:
Bólkur eitt, var tann størsti, gott 81 %. Hetta vóru ung, sum høvdu upplivað lítið av traum’um, tó nakað av hóttanum um harðskap og happing, og hesi boðaðu frá fáum eyðkennum upp á posttraumatiska strongd, tunglyndi og kropslig eyðkennir upp á mistrivna (somatisering).

Bólkur tvey, umleið 14 % av teim ungu, lutfalsliga flest dreingir. Tey ungu í bólki tvey vóru í hægst vanda fyri at hava verið fyri hóttanum um harðskap, kropsligum álopi, og happing. Hesi ungu høvdu nógv eyðkennir upp á posttraumatiska strongd, tunglyndi og somatisering.

At enda vóru 5 % í bólki trý. Hesi ungu vóru í lutfalsliga hægst vanda fyri at hava verið fyri øllum álvarsligu hendingunum, uttan hóttanir um harðskap. Hesin bólkur høvdu somuleiðis flest eyðkennir upp á posttraumatiska strongd, tunglyndi og somatisering.

Niðurstøðan í hesi grein er, at tey ungu í bólki tvey og trý, tvs 1/5 av árganginum, kundu metast at hava tørv á, at tiltøk verða gjørd í mun til tey eyðkennir upp á posttraumatiska strongd, tunglyndi og somatisering, tey høvdu. Rithøvundarnir meta, at úrslitini frá hesum analysum, eru eitt týdningarmikið amboð í arbeiðinum hjá almennu Føroyum at tilrættisleggja strategiir fyri fyribyrging og viðgerð og kunnu vera við til at skapa eitt grundarlag fyri, at tann fíggjarliga raðfestingin byggir á tøl og vitan, heldur enn á metingar.

At vera fyri traumatiskum hendingum ávirkar psykologisku menningina og økir um vandan fyri neiligari menning. Psykologiskir og kropsligir heilsutrupulleikar – bæði upp á styttri og longri sikt – hava víst seg í størri mun at raka tey børn og ung, sum hava verið fyri traumatiskum hendingum. Tí er tað av stórum týdningi at fyribyrging og viðgerð verður veitt, soleiðis at neiligu fylgjurnar verða so fáar, sum gjørligt.

Eitt av endamálunum við greinini var júst at víðka um møguleikarnar fyri, at politiska fíggjarliga raðfestingin innan fyribyrging og viðgerð kann byggja á eitt empiriskt grundarlag.
 
Meira kann lesast um gransking innan psykotraumatologi her.

Greinin er úrslit av verkætlan, sum m.a. er fíggjað úr Granskingargrunninum. Les um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum.

Les um Tóru Petersen í Heilagrunninum.