Skriva út
Lagt út: 13.09.2017

Fróðskaparsetrið við í granskingarverkætlan um kropsligu krøvini í íshockey

Magni Mohr er verkætlanarleiðari í størri granskingarverkætlan, sum hevur til endamáls at greina kropsligu arbeiðskrøvini í úrvalsíshockey.

Fyrsta vísindaliga greinin er nú almannakunngjørd í altjóða tíðarritinum Journal of Strength and Conditioning Research og ber heitið: “Analysis of high-intensity skating in top-class ice-hockey match-play in relation to training status and muscle damage”.

Greinin er skrivað av Magna Mohr saman við granskarum frá Syddansk Universitet og Gøteborgs Universitet, og sjálvt kanningararbeiðið er framt í Vancouver, British Columbia í Kanada. Arbeiðsmynstrið í íshockeydystum er neyvt skrásett við somu tøkni, sum vanliga verður nýtt av granskingartoyminum í fótbóltsgranskingarverkætlanum.

Greining lýsir arbeiðsmynstrið og –intensitetin í íshockeydystum úr National Hockey League (NHL), sum er heimsins sterkasta íshockeykapping, við høvðsdenti á vøddamøði í dystum, umframt týdningin av kropsligari venjingarstøðu. Luttakandi royndarpersónarnir er sostatt bæði heimsmeistarar og olympiskir gullvinnarar í íshockey.

Hetta er fyrst vísindaliga grein nakrantíð, sum greinar tey kropsligu arbeiðskrøvini í úrvalsíshockey, og er liður í størri ph.d.-verkætlan á Gøteborg Universitet, sum er fíggjað av svenska íshockeyfelagnum Frølunda.

“Arbeiðsprofilurin í professionellari íshockey er hugtakandi og vísindaliga áhugaverdur, tí leikararnir eru bert á ísinum í 30-45 sekunds tíðarbilum í senn, og hesa tíðina verður arbeitt við nær maksimalum intensiteti. Menningin av vøddamøði í júst hesum arbeiðsforminum er ikki greinað fyrr undir nátúrligum viðurskiftum, og tískil vit brúka íshockey sum arbeiðsmodell at betur útgreina og skilja vøddamøði undir hørðum stutt-tíðar intervalarbeiði” sigur verkætlanarleiðari Magni Mohr, sum hevur granskað í vøddamøði undir intensum arbeiði seinastu 20 árini.

Samandráttur av greinini kann lesast her

Les um Magna Mohr í Heilagrunninum