Skriva út
Lagt út: 18.08.2009

Freistin fyri teknikapping nærkast

Freistin at lata tekningar inn til teknikappingina Tekna ein granskara er 31. august. Enn eru ikki komnar so nógvar tekningar, men hetta er vónandi orsakað av summarfrítíðini.

Nú skúlarnir eru byrjaðir aftur, kundi eitt hugskot verið, at flokkar brúka ein tíma at tosa um, hvat gransking er, um børnini kenna nakran granskara og tekna hvør sítt uppkot til, hvussu ein føroyskur granskari sær út. Íblástur kann kanska fáast frá tekningunuum, sum eru komnar inn til fyrstu 3 umførini.

Tekningarnar, sum skulu vera á A4 pappír (ella hava sama lutfall, um tær eru telduteknaðar), kunnu sendast okkum við vanligum posti til Granskingarráðið, Postrúm 259, 110 Tórshavn ella sendast við telduposti til gransking@gransking.fo

Hvør skal vinna 3. umfar?
Vit hava longt atkvøðufreistina til 3. umfar til 28. august. Far inn á síðuna við tekningum: http://www.heilagrunnurin.fo/teknikapping/

Trýst á stjørnuna niðarlaga í vinstra horni og lat teimum myndum, sum tær dámar, upp til 5 stjørnur. Vit kunngera, hvør hevur vunnið 3. umfar mánadagin 31. august. Vinnararnir, sum fáa hvør sína bók, fáa boð beinleiðis frá okkum. 

Myndina omanfyri hevur 9 ára gamla Birita teknað. Hon sigur, at granskarin kannar, hví eingin fiskur er í sjónum. Kanska er hetta havrannsóknarskipið Magnus Heinason?