Skriva út
Lagt út: 02.04.2008

Frágreiðing um føroyskan kommunupolitik

Sum partur av verkætlanini "Føroyskur kommunupolitikkur", sum Granskingarráðið fíggjar, varð summarið 2006 gjørd ein spurnakanning millum øll, ið vóru uppstillað til kommunuvalið í 2004. Úrslit frá hesari kanning eru at finna í nýggju rapportini: Beinta í Jákupsstovu og Eli Kjersem: "Politisk representasjon i et kommunepolitisk system i endring", Arbeidsnotat 2008:7. Rapportin er teldutøk á http://home.himolde.no/~beinta/ . Har finna tit eisini úrslit frá fyrru spurnakanningini millum uppstillað í 2000 í teldutøku rapportini: "Rekruttering av færøyske kommunepolitikere" frá 2005.

Annars kemur bók út (á føroyskum) til heystar um føroyskan kommunupolitikk.