Skriva út
Lagt út: 24.08.2011

FP7 skeið í Keypmannahavn

Forskning- og Innovationsstyrelsen, Eurocenter, skipar í heyst fyri fleiri áhugaverdum skeiðum, sum venda sær til teirra, ið ætla sær ella longu arbeiða við sjeyndu rammuskránni hjá ES. Tann 26. oktober heldur Sean McCharty skeiðið, How to Write a Competitive proposals for Framework 7, sum serliga er fyri tey, ið ætla sær at skriva eina FP7 umsókn.

Sean McCharty hevur drúgvar royndir við rammukráunum hjá ES og hevur seinastu mongu árini arbeitt sum vegleiðari og skeiðshaldari fyri stovnum og fyritøkum í europa. Umframt Sean McCharty, sum heldur omanfyrinevnda skeið, so eru tað serfrøðingar og starvsfólk á Eurocenter sum halda skeiðini.

Sí yvirlit yvir skeiðini, sum verða hildin í hest.