Skriva út
Lagt út: 19.08.2011

FP7: kunningarfundur um KBBE skipanina í Ballerup

Forsknings- og Innovationsstyrelsen skipar saman við Aalborg Universitet fyri einum kunningarfundi um matvøru-, landunaðar-, fiskivinnu- og biotøkni skipanina í FP7 tann 30. august.

Á fundinum verður møguleiki at fáa innlit í teir stuðulsmøguleikar sum eru í FP7 innan nevndu øki. Serliga verður hugt eftir arbeiðsætlanini fyri 2012. Á fundinum verða framløgur frá granskarum, sum hava royndir við rámmuskránni hjá ES. Harvið verður møguleiki at hoyra um royndirnar aðrir granskarar hava gjørt sær í FP7.

Harafturat verður møguleiki at fáa einstaklinga vegleiðing um verkætlanarhugskot o.s.fr.

Neyðugt er við tilmelding áðrenn 23. august

Les meir her