Skriva út
Lagt út: 27.05.2010

FP7 kunningardagur: Orkugransking


Skipað verður fyri einum kunningar- og vegleiðingardegi í samband við nýggju útboðini, sum væntandi verða almannakunngjørd síðst í juli, innan orkuskánna í FP7. Dagurin verður hildin í Brussels tann 8. juli 2010.

Málið við tiltakinum er at kunna møguligar umsøkjarar um innihaldið, reglur og mannagongdir í samband við hetta útboðið. Góðir møguleikar verða eisini til at seta spurningar og at fáa samband við aðrar møguligar umsøkjarar og samstarvsfelagar.

Um morgunin verður fyrst ein yvirskipað kunning um politiska grundarlagið aftanfyri orku arbeiðsætlanina. Síðani verður hugt nærri eftir teimum einstøku evnunum. Seinnapartin verður fokus sett á reglurnar og mannagongdir.

Tiltakið tekur støðið í fylgjandi útboðum:

  • FP7-ENERGY-2011-1: general call focusing on research with a long-term horizon,

  • FP7-ENERGY-2011-2: general call focusing on research with a short-term horizon and on demonstration,

  • FP7-ENERGY-2011-JAPAN: coordinated call with Japan on photovoltaics,

  • FP7-OCEAN-2011: call on ocean research organised together with Themes 2 - Food, Agriculture and Fisheries, and Biotechnology (KBBE), 6 - Environment, and 7 - Transport,

  • FP7-ENERGY-2011-EXCHANGE: call for International Research Staff Exchange in the field of energy research (USA and Japan),

  • FP7-2011-NMP-ENV-ENERGY-ICT-EeB: cross-thematic call on energy-efficient buildings in the context of the European Economic Recovery Plan,

  • FP7-NMP-ENERGY-2011: joint call together with Theme 4 - NMP Nanosciences, Nanotechnologies, Materials and new Production Technologies on innovative photovoltaic cell processes and architectures,

  • FP7-ERANET-2011-RTD: joint call on ERA-NETs together with other FP7 themes.

Neyðugt er við tilmelding.

Les meir um tilmelding og annað her