Skriva út
Lagt út: 25.01.2008

FP7: Biotøkni og heilsa gransking innan 7. rammuskránna hjá ES

10. mars 2008 verður skeið um møguleikarnar at søkja um fígging innan 7. rammuskránna hjá ES til gransking í biotøkni og heilsu. Skeiðið verður í Berlin.

Um tú arbeiðir við heilsu ella biotøkni og hevur áhuga í møguleikunum fyri fígging frá rammuskránni hjá ES, er hetta skeiðið kanska nakað fyri teg.

Eitt netverk, sum kallar seg SMEs go Health, skipar fyri einum ókeypis skeiði fyri øll áhugað. SMEs go Health er eitt europeiskt netverk, sum fevnir um samstarvsfelagar úr 27 ymiskum londum í Europa. Netverkið virkar fyri at hjálpa smærri fyritøkum og granskarum frá universitetum at luttaka í 7. rammuskránni.

Skráin fyri skeiðið er hendan:

  • Framløga um 7. rammuskránna og um gransking innan heilsu í 7. rammuskránni
  • Innovative Medicines Initiatives - IMI - eitt nýtt felags tøkniligt tiltak á heilsuøkinum
  • SMEs go Health databasan, sum kann brúkast til at finna granskingarfelagar
  • Royndir frá samskipara
  • Góð ráð frá metara um metingar av umsøknum til gransking innan heilsu
  • Góð ráð um fígging av verkætlanum og útreiðslustýring

Skeiðið vendir sær serliga til:

  • Smærri og miðalstórar fyritøkur
  • Granskingarstovnar
  • Universitet

Tilmelding

Tað er ókeypis at luttaka á skeiðnum, men tilmelding er neyðug. Á leinkjuni niðanfyri kanst tú melda teg til og lesa meira um skeiðið.

http://www.smesgohealth.org/common/events_details.asp?evid=184

Seinasta freist fyri at melda seg til er 22. februar 2008.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til føroysku NCP-umboðini á Gransingarráðnum