Skriva út
Lagt út: 19.04.2010

Fótbóltur er heilsufremjandi


Magni Mohr hevur saman við øðrum, útgivið eitt supplementum í vísindaliga tíðarritinum Scandinavian Journal of Medicine and Science in Sports (SJMSS). Í útgávuni eru 14 greinir frá einari 3 ára verkætlan savnaðar. Evnið er jalig heilsuárin av motiónsfótbólti. Víst verður, at mátin sum íðkað verður í intervalítróttargreinum, sum t.d. gjørt verður í fótbóltsspæli og øðrum bóltspæli, hevur nógv fleiri heilsufremjandi parametur og rakar nógv breiðari enn t.d. renning og styrkivenjing.

Úrslitini vísa, at bráddligu spurtirnir, broytinar í rennibána, hopp og taklingar hava stóra jaliga ávirkan á bein og beinagrind, umframt at iltupptøka og blóðtrýst gerast betur. Motiónsfótboltur er eisini gott fyri at tapa seg, tá tað vísir seg, at feitt forbrenningin er hægri við mótiónsfótbólti, enn við eitt nú interval- og styrkivenjing.

Samanumtikið verður mett, at motiónsfótbóltur er sera gott fyri heilsuna og minkar munandi um vandan fyri sokallaðu lívsstílssjúkum.

Granskingarúrslitini hava vakt stóran altjóða ans og hava verið endurgivin í fleiri miðlum. Fyri at nevna nakrar, so skrivar amerikanska Sciencedaily undir yvirskriftini Soccer Improves Health, Fitness and Social Abilities, at fleiri enn 50 granskarar frá sjey londum hava verið við í verkætlanini, sum eisini vísir at fótbóltur hevur jaliga ávirkan á sosialu førleikarnar. Í Indiska miðlinum topnews.in verður eggjað til at spæla fótbólt við yvirskriftini Play soccer to remain fit.

Les meir um Magna Mohr í Heilagrunninum