Skriva út
Lagt út: 23.11.2017

Fótbóltsvenjing ávirkar heilsustøðuna hjá kvinnum

Magni Mohr hevur saman við donskum og brasilianskum granskarum útgivið vísindaliga review-grein um, hvussu fótbóltsvenjing ávirkar heilsustøðuna hjá kvinnum og kvinnuligum sjúklingabólkum.

Greinin er í vísindaliga tíðarritinum European Journal of Applied Physiology við heitinum: “Effects of recreational football on women´s fitness and health: adaptations and mechanisms”.

Greining er ein review-grein, sum samanfatar gransking seinastu 10 árini um, hvussu heilsufótbóltsvenjing betrar um heilsustøðuna hjá kvinnum í aldrinum 18-65 ár, umframt hjá ávísum kvinnuligum sjúklingabólkum. Stórur partur av vísindaliga tilfarinum, sum inngongur í reviewið er gransking framd í Føroyum seinastu fimm árini.

Review-greinin staðfestir, at fótbóltsvenjing er sera munadygg kropslig venjing, sum viðførir fleirtættaðar heilsutillagingar hjá kvinnum. Tískil er venjingin serstakliga vælegnað at fyribyrgja og viðgera tær stóru lívstílssjúkurnar. “Vit síggja broytingar, sum hava stórt kliniskt virðið á bæði hjarta-kar-, evnisskiftis- og vødda-beinagrindarheilsu”, sigur Magni Mohr.

Rithøvundarnir skjóta upp, at fótbóltsvenjing verður flættað inn í altjóða “Exercise as Medicine” konceptið. Magni Mohr, sum er annar av høvuðsrithøvundunum leggur aftrat, at nú eru um 150 vísindaligar greinar úti í sterkum tíðarritum, sum vísa sera góðu og breiðu heilsuárinini av heilsufótbólti. “Eisini hava vit tríggjar meta-analysugreinir útgivnar og hetta er fimta systematiska review-greinin í røðini um heilsuárin av liðítrótti. Haraftrat hava vit haft trý altjóða ph.d.-skeið higartil og í januar er stór ráðstevna í Portugal við heitinum Football as Medicine”, sigur Magni Mohr at enda.

Tak niður greinina HER

Mynd: portal.fo