Skriva út
Lagt út: 03.11.2013

Føroyskt netverk fyri gransking og nýskapan á LinkedIn

Granskingarráðið hevur tikið stig til at styrkja samstarvið millum fólk í føroyska granskingar- og nýskapanarumhvørvinum . Ein bólkur er stovnaður á LinkedIn, har øll áhugað kunnu vera við. Í bólkinum ber til at finna og fáa samband við onnur, sum arbeiða við gransking og menning í ella tilknýti til Føroyar, og at deila ymiskt, sum kann hava felags áhuga, eitt nú vísindaligar útgávur, sum finnast talgildar á internetinum. Eisini er møguligt at kjakast í bólkinum.

Bólkurin kallast Faroese Research & Innovation Community og øll á LinkedIn kunnu vera limir. Melda til her