Skriva út
Lagt út: 10.08.2011

Føroyskir granskarar grein um panikk angist

Í seinastu útgávuni av European Journal of Humane Genetics hava Noomi Gregersen og Hans Atli Dahl sum fyrstu høvundar grein um panikk angist. 

Greinin ber heitið: "A genome-wide study of panic disorder suggests the amiloride-sensitive cation channel 1 as a candidate gene". Høvundarnir eru Noomi Gregersen, Hans Atli Dahl, Henriette N Buttenschøn, Mette Nyegaard, Anne Hedemand, Thomas D Als, August G Wang, Sofus Joensen, David PD Woldbye, Pernille Koefoed, Ann S Kristensen, Torben A Kruse, Anders D Børglum og Ole Mors.
 
Les um høvundarnar og enskan samandrátt av greinini her

Greinin er úrslit av gransking hjá einum stórum granskingarbólki, sum hevur arbeitt saman síðani 1997. Bólkurin hevur øll árini arbeitt við føroyskum og donskum genetiskum kanningum. Umframt panikkangist hevur bólkurin eisini kannað skizofreni, affektiva sjúku og autismu.

Granskingargrunnurin stuðlar hesari gransking umvegis stuðul til Ph.D.verkætlan hjá Noomi Gregersen. Les um hesa verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum 
 
Noomi Gregersen er Ph.D.lesandi við Institut for Human Genetik og Center for psykiatrisk forskning, Århus Universitet. Les um hana í Heilagrunninum.