Skriva út
Lagt út: 10.04.2015

Føroyski hvítravnurin lýstur í grein

Ein grein um 26 føroyskar hvítravnar, sum eru á søvnum kring heimin, er júst útkomin. Høvundarnir eru Hein Van Grouw frá Natural History Museum í London og Dorete Bloch, sála, frá Náttúrugripasavninum.

Greinin kallast “History of the extant museum specimens of the Faroese white-speckled raven” og er givin út í tiðarritinum Archives of Natural History, 42.1 (2015): 23–38.

Hvítravnurin, sum er eitt frábrigdi av føroyska ravninum, hevur verið í Føroyum síðani miðøld og hevur altíð verið høgt skattaður av savnarum. Í seinnu helvt av nítjandu øld minkaði ravnastovnurin sum heild nógv orsakað av veiðu, men serliga hvítravnurin varð ovveiddur og í 1902 varð seinastu hvítravnurin skotin og fuglaslagið doyði út.

Í greinini verður greitt frá um 26 hvítravnar, sum finnast á 15 náttúrugripasøvnum kring heimin, og um teir savnarar í Føroyum, sum kunnu hava savnað fuglar. Eingin av hesum ravnum finst á savni í Føroyum í dag. Náttúrugripasavnið hevur eina eftirgerð, sum Jens-Kjeld Jensen hevur gjørt.

Upplýsingar um greinina finnast her (Tað krevst hald at lesa greinina)

Ravnurin á myndini stendur á savni í Dresden og er tikin áðrenn 1874. Júst nær og hvør savnarin er, er ikki vist.