Skriva út
Lagt út: 23.03.2016

Føroyska NCP-tænastan umskipað

Ein høvuðsuppgáva og skylda í ES-granskingarsamstarvinum Horizon 2020 er at hava eina føroyska NCP og PC skipan.

NCP stendur fyri National Contact Point. Vit hava skyldu til at hava NCP-umboð á útvaldum økjum, sum skulu virka sum bindilið millum Føroyar og ES á Horizon 2020 økinum. Í hesum liggur:
- at kunna og kveikja í Føroyum um Horizon 2020 á ávísa økinum
- at vegleiða og svara umsøkjarum og stuðulsmóttakarum uppá ítøkiligar spurningar
- at umboða Føroyar við at luttaka í NCP-netverkum og á NCP-fundum í Brussel og aðra staðni

PC stendur fyri Programme Committee. Tað er m.a. í PC at ymsu útboðini verða orðaði. Vit skulu eisini hava limir í viðkomandi PC, hetta er í flestu førum á somu økjum, sum vit hava NCP-umboð.

Eftir at verandi NCP-skipan hevur virkað í 5 ár, er avgerð tikin um at umskipa økið.

Tvær høvuðsorsøkir eru til hetta:

- Vit eftirmettu NCP skipanina, sum hevur verið í gildi seinastu árini, saman við parttíðarsettu NCParunum og vóru samd um, at tørvurin í dag er ein annar, enn tá skipanin varð sett í verk. Semja var um at tað var neyðugt at tillaga skipanina í mun til tørvin nú og mett framtíðar útlit.

- Fíggjarkarmarnir hjá Granskingarráðnum verða alsamt trengri. Játtanin hevur staðið í stað í fleiri ár, meðan lønarútreiðslurnar o.a. veksur. Tí er neyðugt at gera tillagingar í virkseminum í mun til tøka fíggjarkarmin.

Fyrsta stigið í umskipingini tóku vit á heysti 2015, tá vit søgdu teimum parttíðarsettu NCP-arunum úr starvi við gildi frá 1.1.2016.

NCP og PC uppgávurnar
NCP og PC uppgávurnar skulu framyvir fyrst og fremst røkjast av føstu starvsfólkunum í Granskingarráðnum, umframt av samskiparanum í Vinnuframa (SME og KST-økið).

Á útvaldum økjum verður heitt á einstøk fólk um at verða vara NCP/PC-umboð. Talan verður um granskarar/serfrøðingar á økinum, sum hava áhuga og møguleika at vera við í toyminum í ávísan mun. Endamálið er at geva teimum innlit í viðkomandi økið og at fáa tey at stuðla okkum í røkja NCP-uppgávurnar. Hetta verður uttan nakra fasta samsýning frá Granskingarráðnum. Avtala um hetta verður gjørd við viðkomandi fólk og arbeiðsgevara teirra.

Kunning og kveiking
Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum við Horizon 2020 er kunning og kveiking í Føroyum.

Tað er tørvur á í enn størri mun enn í dag at:
- kunna viðkomandi partar í Føroyum um fjølbroyttu møguleikarnar at søkja stuðul og luttaka í netverkum undir Horizon 2020. Her verður bæði hugsað um tiltøk og um kunningartilfar á prenti og á heimasíðuni.
- hava ítøkilig skeið í millum øðrum umsóknarskriving og líknandi

Til hendan partin verður mett neyðugt at keypa tænastur frá serfrøðingum í Horizon 2020 og í marknaðarføring.

Miðað verður eftir at skipa fyri trimum tiltøkum í 2016:

1. Skeið í at skriva umsóknir – Serfrøðingur í Horizon 2020 umsóknum kemur til Føroya at leggja viðkomandi starvsfólkum og leiðarum lag á.
Verður helst í mai.
Málbólkur: Granskarar og granskingarfyrisitarar.

2. Kunning um flytførisskipanina MSC actions.
Verður væntandi mitt í september.
Málbólkur: Stovnsleiðarar og granskarar.

3. Almennur kunningardagur um Horizon 2020 – Hvat hava Føroyar fingið burturúr higartil og hvørjir møguleikar eru.
Verður helst seint í oktober.
Málbólkur: Politiska skipanin, miðfyrisitingin, fjølmiðlar, granskingarumhvørvið.

Lýsing av NCP-skipanini og upplýsingar um samband sæst her