Skriva út
Lagt út: 21.11.2017

Føroysk hagfrøði-modellering av lúsateljingum vekir ans uttanlands

Fiskaaling hevur latið gera eina hagfrøðiliga kanning av lúsateljingum á føroyskum alibrúkum. Eitt nýtt hagfrøði-modell og telduforrit er í hesum sambandi ment av Hannes Gislason, sum kann gera forsagnir og forklára trupulleikar við viðgerðum ímóti laksalús. Modellið er nú útgivið í vísindaligari grein, sum verður róst av ummælarum í altjóða vísindatíðarriti, har hon kemur út í eini nýggjari evnisútgávu.

Vísindagreinin snýr seg um eina kanning, ið lýsir myndina av støðuni viðvíkjandi laksalús í føroyskum alibrúkum.

Kanningin er gjørd á Fiskaaling, har Hannes starvast sum parttíðargranskari, og á Fróðskaparsetri Føroya, har hann er professari í kunningar- og samskiftistøkni, og hevur dátugreining, hagfrøði og bioinformatik sum síni granskingarøki.

Í september í fjør, tá Hannes umboðandi Fiskaaling helt fyrilestur á altjóða ráðstevnu í Írlandi um laksalús, varð hann boðin at skriva grein til eina evnisútgávu í vísindatíðarritinum, Journal of Fish Diseases, við laksalús sum høvuðsevni.

Úrslitini í greinini eru býtt í tveir partar. Fyrri parturin snýr seg um eitt nýtt hagfrøðiligt modell, ið kann simulera gongdina í lúsatølum og tann ofta stutta virknaðin av lúsaviðgerðum, eins og gerð av forsøgnum um lúsatøl ein til tveir mánaðir fram í tíðina. Seinni parturin viðger nýggjar tíðarseriugreiningar við atliti til at finna vakstrartíðina hjá laksalús í føroyskum sjóhita.

Greinin inniheldur eisini metingar um nøring av laksalús við ymiskum markvirðum fyri kynsbúnar lýs, eins og leggur upp til kjak um nýggju kunngerðina um laksalús. Síðani grundgevur greinin fyri at minka um smittutrýstið við at lækka markvirðið fyri kynsbúnar lýs, eins og áseta markvirði fyri yngri lýs. Og síðst, men ikki minst, at umhugsa mørk fyri nøgdina av fiski í alibrúkunum.

Vísindaliga greinin verður róst av ummælarunum í tíðarritinum, har ein teirra gevur greinini hesi skoðsmál:
"Tað eydnast heilt greitt at røkka málinum við kanningini. Nevniliga at menna eitt hagfrøðiligt modell av teljidátum fyri laksalýs, at simulera støðið fyri vaksnar kynsbúnar lýs, umframt at simulera og soleiðis skilja tær lítið virknu viðgerðirnar, sum verða nýttar í royndini at basa lýsnum. Eg eri sera hugtikin av kanningini, modellinum og dátuviðgerðini, og talan er um eina týdningarmikla kanning, ið kann fáa stóran týdning fyri alivinnuna í Norðuratlantshavi.”

Sum granskari, knýttur at Fiskaaling, hevur Hannes Gislason hagfrøðiliga greinað og modellerað lúsateljingar hjá Fiskaaling. Endamálið var at simulera gongdina í lúsatølunum og tann ofta stutta virknaðin av viðgerðum ímóti laksalýs. Hetta fyri vónandi betur at kunna skilja og hjálpa til við at minka um lúsatrupulleikan.

- Fyri hesa granskingina vóru regluligu lúsateljingarnar hjá Fiskaaling á føroyskum alibrúkum sera týdningarmiklar, eins og góða samstarvið við alivinnuna, ið loyvdi almannakunngering av lúsadátum fyri dulnevnd aliøki. Eitt nú vístu leiðarar, djóralæknar og onnur starvsfólk í alivinnuni stóra vælvild og áhuga fyri at luttaka og kjakast um lúsaforsøgnir og modellering av laksalús á fundum um lúsatrupulleikan á Fiskaaling, sigur Hannes Gislason.

Á Fróðskaparsetrinum er Hannes útbúgvingarleiðari fyri KT-verkfrøði, har hann undirvísir í Dátugreining og hagfrøði við RStudio. Modellið er eisini ment í dátugreiningar-amboðnum RStudio, sum dynamisk rapport gjørd við RMarkdown og Shiny hentleikum.

Úrslitini og góðu ummælini av vísindaligu greinini geva ábendingar um, at eitt týðandi føroyskt granskingararbeiði innan laksalús – til gagns fyri bæði føroysku og altjóða alivinnuna – er greitt úr hondum.

Les greinina her (riggar á teldu uttan hald, men ikki snildfon)

Kelduávísing og leinkja til vísindagreinina (krevur hald):
Gislason H. Statistical modelling of sea lice count data from salmon farms in the Faroe Islands. J Fish Dis. 2017;00:1–21. https://doi.org/10.1111/jfd.12742