Skriva út
Lagt út: 04.04.2008

Føroysk gransking um strongd leggjast fram

Føroysk granskingarúrslit skulu leggjast fram á stórari altjóða ráðstevnu í Amsterdam í apríl.

Tað snýr seg um úrslitini frá kanning av 8. floks næmingum í 2006, sum Tóra Petersen, sálarfrøðingur gjørdi saman við Esk Elklit og J.G. Olesen. Kanningin snúði seg um PTSD (Post Traumatic Stress Disorder) ella strongd hjá ungfólki í Føroyum, sæð í mun til lívshendingar hjá hesum.

Úrslitini av kanningini vóru løgd fram her í Føroyum á nøkrum fundum seinasta heyst, og vóru rættuliga áhugaverd. Nú verða tey løgd fram á altjóða ráðstevnu í Amsterdam 17. -19. apríl, sum EUROPEAN SOCIETY FOR TRAUMA AND DISSOCIATION skipar fyri.

Tóra Petersen, sum arbeiddi á Århus Universitet við verkætlanini, er sett í starv sum sálarfrøðingur á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum frá 1. maj í ár, og granskingin heldur áfram á Psykiatriska Deplinum í samstarvi við Psykologisk Institut vid Århus Universitet.