Skriva út
Lagt út: 18.06.2008

Førleikaflutningur í heilanum

Hví gerast vit ikki betri til at minnast andlit, tá vit duga væl at minnast orð?

 

Granskarar við Nordic Center of Excellence (NCoE), sum arbeiða við heilagransking, vísa í tíðarritinum Science, at svarið til spurningin kann liggja í hvør partur av heilanum er virkin undir teimum ymisku uppgávum ella venjingum.

 

Venjing gevur okkum førleikar, men enn er ikki greitt, hví tað er so trupult at flyta førleikar frá einum øki til eitt annað. Á fakmáli kallað transfer.

 

NCoE granskararnir hava kannað heilavirksemi hjá frískum persónum í samband við teir skuldu gera eina venjing, sum var partur av eini venjingarprogrammi, og tvær aðrar óvandar venjingar. Avrikið viðv. venjingunum, sum var partur av venjingarprogramminum og ein av teimum óvandu uppgávunum gjørdist betur. Felagsnevnarin fyri hesar báðar uppgávurnar var, at ein partur av heilanum, ið eitur striatum, sum er ein savning av nervakyknum djúpt í heilanum, gjørdist virkin.

 

Í kanningarroyndini skuldi ein bólkur av eldri persónum (yvir 65 ár) og ein bólkur av yngri persónum (20-30 ár) gjøgnumføra eitt venjingarprogramm, sum hevði til endamáls, at dagføra arbeiðsminnið í heilanum. Við teimum vandu uppgávunum sást greið framgongd eftir fimm vikur. Transfereffektin var avmarkað, men í yngra bólkinum løgdu granskararnir til merkis, at førleikar vóru fluttir til eina aðra roynd, sum kravdi dagføring av minninum.

 

Fyri at finna útav hvørji øki í heilanum vóru virkin, brúktu granskararnir MR skannara bæði áðrenn og eftir venjingarnar.  Allar venjingarnar førdu við sær virkni frammantil í heilanum. Hjá yngra bólkinum gjørdist eisini striatum virkið. Eftir venjingina í vandu uppgávuni øktist virksemi í striatum hjá báðum bólkum. Harafturat var striatum virkið hjá teimum ungu eftir venjingina í óvandu uppgávuni.

 

Samanumtikið gevur hetta ábendingar um, at transfer er møguligt, tá tær vandu og óvandu uppgávurnar elva til virksemi í ymiskum heilapørtunum. Hetta er vitan, sum er gagnlig í endurupplæring og øðrum venjingum. 

 

Hendan granskingin er gjørt av ymiskum granskarum, sum arbeiða í Nordic Center of Excellence in Cognitive Control. Les meir her