Skriva út
Lagt út: 19.09.2016

Forðing av PDE8 møguliga betri háttur at viðgera autoimmunar sjúkur

Vanlig viðgerð við heilivági fyri autoimmunar sjúkur hevur nógv hjáárin og tískil er tørvur á betri viðgerð. Í august útgávuni av tíðarritinum Frontiers in Pharmacology, vístu Vang et al. 2016 á, at forðing av PDE8, eitt enzým (ein kveiki) í brunukyknum, møguliga er ein betri háttur at viðgera autoimmunar sjúkur enn núverandi tøki heilivágurin. Tey vístu, at við at forða PDE8 í kyknudyrkan og í einari músamodell av astma, so vórðu sjúkuelvandi immunkyknur og blóðæðrar minni kleprutar, meðan ongar aðrar kyknufunktiónir vórðu órógvaðar.

Gransking av PDE8 sum heilivágur verður fíggjað av Granskingargrunninum. Kannað verður, um tjúkktarmsbiopsiir við brunabroytingum hava meira PDE8 í mun til ikki-brunarakt øki. Úrslit higartil benda á, at blóðæðrar og immunkyknur hava størri mongdir av PDE8 (sí mynd).

Amanda G. Vang  er verkætlanarleiðari og arbeiðir saman við Maciej Kaminski, patologi, Kára R. Nielsen, yvirlækna í gastroenterology á Landssjúkrahúsinum, og Nicolinu M. Ovadóttir, master-lesandi í biomedicin.

Endamálið við hesi gransking er at útvega neyðug prógv fyri at byrja kliniskar royndir við PDE8 forðara, til gagns fyri sjúklingar við autoimmunum sjúkum.

Greinin kann lesast her

Ávísing: Vang AG, Basole C, Dong H, Nguyen RK, Housley W, Guernsey L, Adami AJ, Thrall RS, Clark RB, Epstein PM and Brocke S (2016) Differential Expression and Function of PDE8 and PDE4 in Effector T cells: Implications for PDE8 as a Drug Target in Inflammation. Front. Pharmacol. 7:259. doi: 10.3389/fphar.2016.00259

Les um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum