Skriva út
Lagt út: 27.11.2018

Fóðurroyndir staðfestu hægri kryvjiúrtøku við háprotein fóðri

Rúni Weihe hevur saman við starvsfeløgum skrivað grein um royndir við laksafóðri. Greinin er júst almannakunngjørd í tíðarritinum  Aquaculture Reports.

Greinin kallast Increased protein-to-lipid ratio in energy dense diets improves slaughter yields and muscle thickness of different weight classes of farmed Atlantic salmon (Salmo salar L.) og er at finna her. (Open Access)

Høvundarnir eru Rúni Weihe, Jens-Erik Dessen, Regin Arge, Magny  S. Thomassen, Bjarne Hatlen og Kjell-Arne Rørvik.

Rúni sigur soleiðis um royndirnar:

“Eins og við framleiðslu av øðrum animalskum proteinum, snýr framleiðsla av laksi seg um at umskapa fóður til etandi vevna. Í fiski er flakið vanliga høvuðsvøran og umboðar meginpartin av tí etandi vevnaðinum. Tað hevur sostatt týdning, at meginparturin av fóðrinum verður umskapaður til t.d. flak, og at ikki ov nógv av fóðrinum legst t.d. sum fiti á innvølirnar. Javnvágin av protein og fiti í fóðrinum til laks vísir seg at hava stóra ávirkan á, hvussu hesi føðsluevni verða umskapað til laks. Í trimum fóðurroyndum - tveimum stór-skala royndum í føroyskum alibrúkum og eini smá-skala roynd í einum norskum granskingaralibrúki - varð kannað, hvussu hendan fóðurjavnvágin ávirkaði kryvjiúrtøku, tjúkd á hypaxial anterior muscle (HAM), fitiinnihald í flaki og kondisjónsfaktor (kroppsskap). Hetta eru góðskuvariablar, ið vóru mettir at hava týdning fyri bæði framleiðsluna og víðari flakavirking. Í øllum trimum royndunum varð laksurin deildur í tveir fóðurbólkar, har miðað varð eftir, at fóðursløgini skuldu hava eins orkuinnihald, men at orkan í teimum báðum fóðurbólkunum skuldi í størri mun stava frá ávikavist protein (HP bólkur) ella fiti (LP bólkur), soleiðis at protein-fiti javnvágurin var ymiskur millum bólkarnar. Tá byrjað var at fóðra í føroysku royndunum, var miðalvektin á fiskinum 105 g og 319 g, og byrjanarvektin í norsku royndini var 978 g. Í øllum royndunum varð fiskurin fóðraður fram til tøku, har hann varð deildur í tríggjar vektbólkar á 4,5 kg, 5,5 kg og 6,5 kg í stór-skala royndunum, meðan 2,4 kg, 3,2 kg 4,0 kg vórðu nýttir sum vektbólkar í smá-skala royndini. At samanbera fisk við somu kroppsvekt varð gjørt fyri at útiloka, at møguligir góðskumunur millum fóðurbólkarnar ikki skuldu verða treytaðir av møguligum muni á kroppsvektini.

Í øllum trimum royndunum hevði HP fóðraði laksurin hægri kryvjiúrtøku. Hetta merkir, at eitt HP fóður viðførur eina størri nøgd av kruvdum fiski at selja. Í stór-skala royndunum hevði HP fóðraði fiskurin lægri fitiinnihald, hægri kondisjónsfaktor og í roynd og veru tjúkri HAM. Eitt positivt samband millum kondisjónsfaktor og HAM tjúkd varð staðfest í øllum royndunum. Undanfarnar kanningar hava víst á eitt positivt samband millum kondisjónsfaktor og flakaúrtøku, meðan hægri fitiinnihald hevur møguliga lyndi til at viðføra til meiri fráskurð/reinskering undir flakavirking. Búklappin er tann feitasti parturin av flakinum og verður hesin vanliga skorin burtur undir flakavirking. Tí er HAM parturin á flakinum tann feitasti parturin á einum liðugt virkaðum flaki. Lægra fitiinnihaldið, tjúkri HAM og hægri kondisjónsfaktor hjá HP fóðraða fiskinum, bendir tískil á, at fóðrið stimbrar til betri vøddavøkstur, ið samanlagt gevur hægri kryvjiúrtøku.

Eins og væntað, so hevði støddin á fiskinum (vektbólkur) stóra ávirkan á meginpartin av góðskuvariablunum. Tó var ongin munur á vektini á fiskinum millum fóðurbólkarnar, og tískil vóru munirnir í góðskueginleikum eitt úrslit av fóðurávirkan. Samanumtikið vísa úrslitini, at eitt orkuríkt fóður við hægri protein-fiti javnvág (HP fóður) viðførur hægri kryvjiúrtøku og gevur laksinum betri kroppsligar góðskueginleikar, ið kunnu føra til hægri flakaúrtøku undir víðarivirking.“

Hetta er triðja av fýra greinum í ph.d.-verkætlanini hjá Rúna Weihe. Fjórða greinin og ritgerðin eru eisini latnar inn til metingar.

Verkætlanin fer fram á Havsbrún, har Rúni Weihe starvast sum deildarleiðari á fóðurdeildini og á NMBU í Noregi. Arbeiðið verður gjørt í samstarvi við granskarar á Fiskaaling og Nofima.

Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum. Sí Stuðulsyvirlitið