Skriva út
Lagt út: 16.08.2013

Fleiri orsøkir til at havísurin bráðnar

Granskarar vísa á, at sambondini millum ymsar hitakeldur er orsøk til, at summarísurin á Norðpólinum bráðnar skjótari.

Arktiski havísurin er minkaður síðstu árini bæði í vídd og tjúkd, serliga um summarið. Og í fjør vóru metlágar mátingar gjørdar av víddini av havísinum í Pólhavinum.

Granskarar hava fyrr greitt frá, at orsøkin til, at havísurin í Arktis bráðnar so skjótt, er hitabroytingar.

Nú vísir nýggj gransking á, hvussu samanspælið millum hav, ís og atmosferu eru viðvirkandi til, at ísurin á Norðpólinum bráðnar skjótari.

Granskarar hava útroknað tilgongdina, ið tekur seg upp, tá íshyljarnar súgva geisling frá sólini til sín. Teir rokna út, hvussu nógv havið upptekur og hvussu nógvur hiti úr havinum og atmosferuni røkkur ísin.

– Vit síggja, at tunni ísurin við sínum mongu ísvatnshyljum sýgur til sín og loyvir nokk av orku frá geisling ígjøgnum til at standa fyri tí mesta av, tí sum bráðnar um summarið í hesum økinum, sigur Stephen Hudson, granskari á Norsk Polarinstitutt.

Stýrir bráðningini
Geisling frá sólini og hitin frá havinum eru høvuðsliðir í sonevnda hitabúskettinum hjá ísinum um summarið, og broytingar í hesum stýra, hvussu nógvur ísur bráðnar sum sesongin líður.

Økist ein av hesum hitakeldum, eitt nú um hitin í sjónum hækkar ella um ísurin verður tynri og myrkari, so bráðnar meira ísur.

– Havið upptekur meira geislaorku nú enn fyrr, tí ísurin er tunnur og meira gjøgnumskygdur enn tjúkkur, gamal ísur. Nakað av hesum hitanum bráðnar ísin á undirsíðuni, meðan nakað goymist sum hiti í havinum, og er viðvirkandi til at forða fyri nýggjari frysting av ísi um heystið.

Les meir á; forskning.no