Skriva út
Lagt út: 27.08.2014

Fjølbroytni í frálandavinnuni

Nú verður roynd gjørd at sameina fleiri vinnugreinar og seta upp hentleikar og útgerð á opnum havi, sum kann nýtast til m.a. framleiðslu av vindorku, fiskaaling og verða atløgubryggja. Mett verður, at talan kann verða um alternativ til tætt pakkaðu evropeisku strendurnar og um nýggjar møguleikar hjá ferðavinnuni.

Prof. Erik Damgaard Christensen, samskipari av verkætlanini MERMAID, sum hevur fingið stuðul frá ES til endamálið sigur, at tey royna at kanna, hvussu havumhvørvið best kann gagnnýtast. Verkætlanin hevur fýra royndarøki – í Norðsjónum tætt við Háland, í Eystursjónum, í Atlantshavinum tætt við Spania og í Miðjarðarhavinum við Italia, har roynt verður at menna tøkni, sum kann nýtast at byggja størri pallar, áðrenn verkætlanin endar í 2015.

Ágóðar eru at sameina fleiri vinnugreinar. T.d. er ætlanin at framleiða fiskaúrdráttir, sum skulu verða føðsluevni hjá skeljadjórum, sum reinsa vatnið. Tari kann verða virðismikil verja ímóti havalduni, samstundis sum tarin er rávøra í framleiðsluni av lívfrøðiligum úrdráttum, t.d. evnafrøðiligum brennievni.

Mett verður harumframt, at tað er umráðandi at menna nýggjar burðardyggar framleiðsluhættir, tí nýtslan av fiski sum matvøra veksur skjótt.  Matvørustovnurin hjá ST metir, at árliga nýtslan hjá hvørjum persóni frá 1970 til 2000 er økt frá 11 kg til 16 kg.

Ein onnur verkætlan, sum eisini hevur fingið stuðul frá ES, er TROPOS, sum ger royndir við djúpvatns pallum. Hesir pallar kunnu sameina fiskaaling, vindorku vinnu, havnarlag ella vera frítíðarøki, sum eru sjálvbjargin við orku til gistingarhús og annað virksemi.

Eitt hugskot er at leggja ein slíkan pall einar 2 km frá landi, á staði har ferðavinnan hevur trongar umstøður. Mett verður, at tað vil geva nýggjan íblástur til ferðavinnuna í Evropa.  

Til ber at lesa meira um verkætlanirnar her:
MERMAID
TROPOS

Kelda: Horizon-magazin.eu