Skriva út
Lagt út: 09.06.2009

Firouz Gaini skrivað grein í franskari bók


Firouz Gaini, Ph.D., hevur skrivað eina vísindaliga grein, sum verður útgivin í nýggjari franskari bók um ungdóm, við heitinum Le retour des « musiciens perdus ». Jeunesse, musique et identité dans les îles Féroé ("Glataðu Spælimenninir" afturkomnir. Ungdómur, tónleikur og samleiki í Føroyum). Greinin er prentað í bókini Figure de la jeunesse (Ungdómsmyndir) og er ritstjórnað av Cyril Isnart, granskara á IDEMEC (Université de Provence). Forlagið Musée Dauphinois (Grenoble) gevur bókina út.

Les meir um Firouz Gaini í Heilagrunninum