Skriva út
Lagt út: 06.01.2012

Feitt og strongd

Ovurfiti kann føra til strongd. Men strongd kann eisini føra til ovurfita. Ein nýggj ástøði greiðir frá hvussu hetta hongur saman.

Sambart “Verdens helseorganisasjon” er økta mongdin av fitiríkum mati, salt og sukur, saman við ov lítlari rørslu orsøkin til økingina av ovurfita í heiminum í dag.

Læknarnir hava tí forskriva matarvarni og venjing, sum neyðug amboð ímóti ovurfita. Hetta fokusera miðlarnir og handilsvinnan á, og kappast tí um at veita røttu venjing, kost, matarvanar og ráðgeving um rætta livimátan.

Humanbiologurin Brynjar Foss á Universitetet í Stavanger (UiS) rættar hesa lýsing.

– Mest sannlíkt eru tað ein røð av øðrum ávirkanum enn matur og manglandi rørsla, ið eru orøskin til ovurfita. Strongd kann vera ein av hesum møguligu ávirknanum, sigur Brynjar Foss, humanbiologur.

Stongd og ovurfiti styrkja um hvørt annað
Saman við ítrottagranskarinum, M. Dyrstad á UiS vendur Brynjar Foss sjóneyguna á sambandið millum strongd og ovurfita. Kanningin hjá teimum varð útgivin í tíðarritinum Medical Hypothoteses.
 
Brynjar Foss og M. Dyrstad hava verið ígjøgnum fleiri ymiskar kanningar um evnið. Kanningin staðfesti, at øking í vektini og hækkan av kolestoroltalinum, kroppurinsa svar uppá strongd, var mundandi hægri hjá fólki, ið orsaka av strongd høvdu tikið uppá í vekt.

– Hevur ein ov høgt kolistoroltal, sær tað út til, at ein hevur lættari við at blíva ovurfeitur, sigur Brynjar Foss.

Brynjar Foss og M. Dyrstad føra fram teirra hypotesu, um at strongd og ovurfiti styrkja um hvørt annað við sonevndari positivari afturkopling. Faktorur A økir faktor B, ið aftur økir um faktor A.
Neyðugt at bróta strongdarmynstri

Øking í vekt kann møguliga útloys strongd, ið aftur kann útloysa størri øking av vektini. Eisini tað at tapa seg kann útloysa leysgevan av kolesterol, ið aftur kann útloysa strongd og soleiðis mótvirka framhaldandi vekttapi, sigur Brynjar Foss og leggur afturat:

– Tá tú byrjar at eta minni, so minkar kroppurin um fobrenningina. Byrjar tú at trena meira, so økir kroppurin um svongdarkensluna. Tá tú tekur uppá, so verður kroppurin strongdur. Hendan strongdin er sjálvstyrkjandi og tí tekur tú enn meira uppá.

– Um okkara hypotesa er røtt, mást tú bróta strongdarmynstri fyri at steðga framhaldandi vektøking, sigur Brynjar.

Kelda : Forskning.no