Skriva út
Lagt út: 20.08.2013

FarGen á netráðstevnu

Nýggja spennandi ráðstevnukonseptið Bioconference Live hevur íleguráðstevnu 21. og 22. august. Talan er um eina stóra ráðstevnu, sum gongur fyri seg á netinum. Fólk kunnu soleiðis melda seg til ein ella fleiri av fyrilestrunum, møguleiki er at tjatta við aðrar luttakarar, eins og netverkað verður á “vanligum” ráðstevnum – og sjálvandi ber til at fara á básar hjá sponsorum, eins og gjørt verður á vanligum ráðstevnum. Sæð við føroyskum eygum er hetta sera spennandi í mun til, at til ber til at luttaka á ráðstevnum, uttan at skulu ferðast.

Ráðstevnan hevur lagt seg eftir at verða á sera høgum støði við sera sterkum fyrilestrahaldarum, frá sterkum stovnum ymsa staðni frá í heiminum. Á henda hátt er tað eisini eitt herðaklapp til FarGen visjónina.

Verkætlanarleiðarin Bogi Eliasen heldur fyrilestur vegna FarGen hósdagin 22. August kl 18.00 føroyska tíð. Slóðin til hesa netráðstevnu er http://www.bioconferencelive.com/events.php?event_id=1