Evropeisk kontaktfólk á fundi í Føroyum
Fundurin eydnaðist væl, sum Granskingarráðið var vertur fyri í døgunum 7. og 8. mai, tá fólk úr øllum heraðshornum í Evropa og heilt úr Afrika vóru savnað í Havn.
Fokus var á stuðulsskipanina Marie S. Curie Actions, sum er partur av Horizon Europe og m.a. stuðlar netverkum, sum útbúgva ph.d. lesandi. Til umrøðu vóru allir smálutir í umsóknini, sum tey, sum vegleiða um umsóknarskriving, skulu leggja sær í geyma.
Eisini luttóku umboð fyri Fróðskaparsetrið og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Heilsufrøðiliga Starvsstovan er partur í evropeisku verkætlanini Rasopta, sum hevur ein ph.d. lesandi í Føroyum. Henda verkætlan var fordømi í gjøgnumgongdini av umsókn til “Doctoral Network”, sum er heitið á skipanini í Horizon Europe.
Granskingarráðið hevur National Contact Point tænastuna í Horizon Europe og er partur í evropeisku Horizon verkætlanini MSCA-Net, sum hevur játtað stuðul til fundin í Føroyum.
Á myndini eru umboð fyri hesi lond: Holland, Malta, Týskland, Frankaríki, Belgia, Rumenia, Kroatia, Kypros, Slovakia og Nigeria. Harumframt eru Kristin Kraav úr Estlandi og Maria Húsgarð frá Granskingarráðnum, sum løgdu innihaldið til rættis.