Skriva út
Lagt út: 11.11.2011

Europeiskar avbjóðingar

Seinastu vikurnar hava vit havt fundir á ymiskum stovnum um møguleikar og avbjóðingar í europeiska granskingarsamstarvinum FP7. Fundir hava verið á Havstovuni, Søvnum Landssins og á Náttúrvísindadeildini.

Á Havstovuni var arbeitt við at gera eina vangamynd av stovninum, sum verður løgd út á netið. Hetta fyri at gera vart við tey vísindaligu økini stovnurin arbeiðir við og fyri at vísa á áhugan hjá stovninum fyri at luttaka í europeiskum verkætlanum.

Aðrir stovnar í Føroyum hava eisini gjørt ein vangamynd og lagt hana út á heimasíður, sum eru gjørdar til endamálið.

Havstovan arbeiðir í løtuni við tveimum umsóknum, ið væntandi vera lætnar inn seinni í ár ella fyrst í komandi ári. Ein triðja umsókn var latin inn fyri stuttum.

Í síðstu viku var fundur hildin á Søvnum Landsins har kunnað og kjakast var um møguleikarnar hjá stovninum innan sosial- samfelags- og hugvísindi. Eisini var nomið við flytførisskipanina, Marie Curie, sum í stóran mun vendir sær til einstaklingar og eggjar teimum til flytføri. Talan kann vera um fáa granskarar at koma til Føroya, um teir hava arbeitt í Føroyum færri enn 12 mðr. tey seinastu trý árini, ella eisini um føroyingar, sum hava hug at søkja sær nýggjar royndir á útlendskum granskingarstovnum.

Marie Curie skipanin var eisini evnið á fundi á Náttúrvísindadeildini í hesi vikuni. Tosað var eitt nú um Career Integration Grant. Hetta er ein skipanin, ið veitir fíggjarligan stuðul til einstaklingar fyri at økja um møguleikarnar fyri føstum granskingarstarvi á stovni í einum FP7 luttakara landi. Skipanin er opin fyri granskarum, ið hava fingið starvssáttmála við ein granskingarstovn, og sum samstundis ikki hava arbeitt í landinum, flutt verður til, í meir enn 12. mðr. tey seinastu trý árini.

Eru fólk áhugað í at vit koma á fund um FP7 skipanina og møguleikar fyri teirra stovn ella virki, ber til at venda sær til okkara umvegis teldupost: john@gransking.fo ella telefon 567802.