Skriva út
Lagt út: 07.09.2017

European Research Council

Evropeiska Granskingarráðið, “The European Research Council” (ERC), hevur kunngjørt stuðulin til framúrskarandi gransking í 2017. Talan er um ERC Starting Grants, sum í kapping verður játtað á hvørjum ári.

406 granskarar, sum eru í byrjanini av yrkisleiðini sum granskarar, hava móttikið tilsamans 605 mió. evrur. Umsøkjararnir hava hvør sær fingið upp til 1,5 mió. evrur til 5 ára verkætlanir. Hetta gevur granskarunum møguleikan at seta upp egin granskingartoymi, sum kunnu arbeiða miðvíst fram ímóti slóðbrótandi hugskotum og úrslitum.

Játtanin hjá ERC verður latin av ES kommissiónini gjøgnum Horizon 2020. ERC er sostatt partur av Horizon 2020, tó at treytir o.a. eru nakað øðrvísi enn til aðrar partar av Horizon 2020.

Tað eru almennir granskingarstovnar í Evropa og í londunum, sum luttaka í Horizon 2020, sum hýsa ERC stuðulsmóttakarum.

ERC stuðul verður veittur uttan mun til tjóðskap, og ERC krevur ikki at flutt verður millum lond, men granskingin skal fara fram í Evropa. Tey, sum hava fingið stuðul í ár, fara at virka á stovnum í 23 londum, harav flestu eru í Stóra Bretlandi, Týsklandi og Frankaríki. Stuðulsmóttakararnir umboða 48 ymiskir tjóðskapir, sum er hægsta talið síðan ERC varð sett á stovn.

ERC Starting Grant verður veitt granskara við tveimum til sjey ára granskararoyndum eftir lokið ph.d.-prógv, sum harumframt kann vísa lista við vísinda avrikum.

“The European Research Council” var sett á stovn í 2007 og játtar stuðul á hvørjum ári til teir bestu, mest slóðbrótandi granskararnar. Skráin hjá ERC fevnir um: Starting Grants, Consolidator Grants og Advanced Grants.

Eingin føroyingur hevur enn roynt at søkja stuðul úr ERC.

Les meira um ERC og møguleikarnar fyri at søkja stuðul her

Fá íblástur til tína verkætlan. Listi yvir ERC verkætlanir liggur her