Skriva út
Lagt út: 04.10.2017

EURAXESS ger tað lættari at vera altjóða granskari

EURAXESS hevur gjørt tað munandi lættari at hava eina altjóða granskarayrkisleið. Tað hevur millum annað norska Eirinn Larsen ásannað. Hon er søgufrøðingur og starvast á Universitetinum í Oslo, men hevur lisið og granskað í fleiri londum í Europa og USA. Í næstum ætlar hon sær til Australia at granska eina tíð.

- Tað gevur nýtt perspektiv og nýggjar royndir at granska uttanlands, og tú verður meira sjálvstøðug av at taka ábyrgd fyri egnum framburði, sigur Eirinn í grein á heimasíðuni hjá norska Forskningsrådet.

Tá Eirinn fór av landinum fyrstu ferð fyrst í 90unum, noyddist hon sjálv at skipa fyri øllum. Í dag brúkar hon EURAXESS netverkið, sum hevur tænastur í øllum londum í Europa og eisini fleiri staðni uttan fyri Europa.

EURAXESS veitir hjálp til at finna leys størv og fígging og til at fáa loyst alskyns trupulleikar, ið kunnu stinga seg upp, tá flutt verður til onnur lond. Tað kann vera at fáa visum ella arbeiðsloyvi, finna bústað, heilsutrygd, stovnspláss til børnini og koma á skeið at læra málið.

Les alla greinina um altjóða yrkisleiðina hjá Eirinn Larsen her.