Skriva út
Lagt út: 02.06.2014

ESOF2014 í Keypmannahavn

Í døgunum 21.-26. juni 2014 verður Keypmannahavn vertur fyri ESOF2014.

ESOF stendur fyri ‘Euroscience Open Forum’ og er størsta vísinda ráðstevna í Evropa, sum verður hildin annað hvørt ár í einum evropeiskum býi. Fyrsta ESOF ráðstevnan var í Stokkhólmi í 2004 og hevur síðani verið í München, Barcelona, Turin og Dublin.

ESOF er ein tvørfaklig evropeisk ráðstevna, sum hevur sum mál at:

- vísa nýggjastu frambrotini innan vísindi og tøkni,
- lýsa leiklutin hjá vísindi og tøkni í samfelagnum, og at
- stimbra og kveikja almennan áhuga og umrøðu fyri vísindi og tøkni.

Undir heitinum ‘Vísindi byggir brýr’ er fjøltáttað skrá sett saman, sum fevnir um nógvar tvørgangandi vísindagreinir. Talan er m.a. um 450 røðarar á 120 fundum við luttøku úr 75 londum, ið hava sent tilsamans 2500 umboð á ráðstevnuna.

Eisini verður skipað fyri festivali, nevndur ‘Science in the City festival’, sum er opin fyri øllum og har væntandi luttøkan verður áleið 30.000 fólk.

ESOF2014 ráðstevnan verður sett sunnudagin 22. juni, har Margretha drotning og Jose Manuel Barroso, formaður fyri ES-kommissiónini luttaka.

Í fríari kapping vann Keypmannahavn heiðurin at hýsa ESOF í 2014. Manchester verður vertur fyri ráðstevnuni í 2016.

Umboð hjá Granskingarráðnum luttaka á ráðstevnuni.

Enn ber til at keypa atgongumerki til ráðstevnuna. Meira um ESOF2014 og skráin síggjast her

Til ber at lesa um festivalin her