Skriva út
Lagt út: 30.10.2017

ES stuðul til føroyskar verkætlanir

Útboðini í Horizon 2020 fyri árini 2018-2020 eru nú endaliga samtykt í ES kommissiónini og almannakunngjørd á Participant Portal.

30 mió. evrur eru settar av til gransking, menning og nýskapan í tíðarskeiðnum 2018-2020. Talan er um fjøltáttaða skrá, sum fevnir um nógv evnir og granskingarøkir.

Á Participant Portal sæst, nær eitt útboð verður latið upp, tvs. tá til ber at byrja at skriva umsóknina á talgilda umsóknarblaðnum. Freistin at søkja er vanliga sett umleið 6 mánaðir seinni. Í tíðarskeiðnum ber til at arbeiða við umsóknini, fyri síðan at senda hana endaliga, tá freistin nærkast.

Sum nakað nýtt ber nú til at síggja føroysku luttøkuna í Horizon 2020 við uppslagi beinleiðis á Participant Portal.

Nýggja uppslagstalvan er eitt samvirkið brúkaravinaligt amboð, sum vísir hagtøl og upplýsingar um luttøkuna í Horizon 2020. Til ber m.a. at síggja lutfallið millum umsóknartal og fíggjaðar verkætlar.

Uppslagstalvan, Dashboard, hevur leitifunkur, sum vísa luttøkuna hjá londunum. Í mun til luttøkuna hjá einstøkum landi ber til at síggja, hvørjar skráir luttikið verður í, hvørji evni granskað verður innan, hvørji sløg av stovni ella fyritøku luttaka, umframt upplýsingar um einstakar verkætlanir og stuðulsmóttakarar.

Útboðini á Participant Portal síggjast her

Uppslagstalvan/Dashboard kann roynast her